Vinna

Freistin at melda til Aliráðstevnuna er í morgin

...

2014-02-17 20:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Aliráðstevnan hjá Havbúnaðarfelagnum verður fríggjadagin 21. februar á Hotel Føroyum. Seinasta freist at melda til ráðstevnuna er í morgin, týsdagin 18. februar.

Í ár verður tað Føroya løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, ið fer at seta ráðstevnuna. Skráin hevur annars fyrilestrar um marknaðarviðurskifti, fiskaheilsu, laksalús, smoltframleiðslu, fóðursamanseting, rognkelsi sum reinsifiskur og fólkaheilsu. Seinastu árini hevur eisini verið ein kapping um tey bestu úrslitini í farna ári. Hendan kappingin verður aftur á skránni í ár. Veitsla verður eisini á Hotel Føroyum um kvøldið.

Skráin kann síggjasther.

Til ber at melda seg til ráðstevnunaher.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder