Soleiðis sum Corona støðan er í løtuni, er framsýningin vin Anker Mortensen flutt fram til 14. november 2021.
Skráin er annars tann sama:
Sunnudagin 14. november 2021 letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og kemur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn at røða.
Umframt lættari ábit, okkurt leskandi og tónleik, verður møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars njóta framsýningina.
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 4. desember 2021.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis:
Mánadag til Fríggjadag frá 14:00 til 17:00
Sunnudagar frá 15:00 til 18:00
Um tað ikki ber til at vitja til ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 (Símun) og finna eina tíð sum hóskar.
Gamla Seglhúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald