2018-04-23 12:20
Endiliga fingu tit øll, ið hava hjálpt til við myndum og tilfari, tað afturlønt við eini framsýning, við myndum, tekningum, filmum og modelskipum, ja enntá sluppu vit frammat stórskýggjanum.
Alt í alt ein góð upplinving fyri meg. Og gott at vita, at áhugin er so stórur, ja eri faktiskt ovfarin um undirtøkuna.
Men eitt skal eg lova tykkum, at vit steðga ikki her, og hetta vikuskifti hevur givið enn meira vind í seglini.
Eg vóni at okkurt líknandi tiltak verður stápla uppá beinini í framtíðini.
Túsund takk til tykkum, sum góvu mær tað álit og vildu læna mær eitt ella fleiri skipsmodel.
Takk til Eyðálvur Niclasen, umsjónarmennirnar á skúlanum á Giljanesi, og ljóðteknikarin Eyðun Ásason.
Jan Erik Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald