Vinna

Frálanda flotin økist

...

2014-01-24 01:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu tíðina er føroyski frálanda flotin alsamt øktur við fleiri skipum,og í dag kom enn eitt frálanda skip í føroyska flotan.

Talan er um Stril Neptun, ið áður hevur verið skrásettur í Noreg, skipið hevur fingið heimstað í Tórshavn, og tað er felagið Sp/f Mariner, ið framman undan hevur frálanda skipið Stril Mariner skrásett í FAS.

Stril Neptun er bygt í 1999 á Yvc Ysselwerf Capelle Aan Den Ijssel í Hollandi og er sambært heimasíðuni hjá Skipaskrásetingini 2423 bruttotons til støddar.

Kelda skipini.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder