Vinna

Fráfaringarløta hjá Atlantic Airways

...

2018-12-18 13:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fráfaringarløta fyri Mariu á Lofti

Í morgun hevur fráfaringarløta verið hjá Atlantic Airways fyri Mariu á Lofti, sum hevur seinasta arbeiðsdag í hesi vikuni.

Maria á Lofti byrjaði í starvi hjá Flogfelag Føroya á flogvøllinum í 1975, og hon er sostatt tann, ið hevur starvast longst á flogvøllinum yvirhøvur - í samfull 43 ár. Í 1992 kom hon í starv hjá Atlantic Airways, her hon hevur starvast innan sølu, tænastu og marknaðarføring.

Í fjør fekk Maria serligan heiður á Ferðavinnudegnum fyri áhaldandi arbeiði í meira enn 40 ár føroysku ferðavinnuni at frama.

Vit hjá Atlantic Airways vilja takka Mariu á Lofti fyri trúgva og góða tænastu í so mong ár og ynskja henni og familjuni alt tað besta í framtíðini.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder