Hagin er undir sera nógvum trýsti av teimum mongu ferðafólkum sum skulu út til Trælanípu og Bøsdalafoss. Tað eru vitjandi hvønn dag, í øllum veðrið. Vit hava víst á, at gangast skal bert á gøtuni, men hetta verður ikki virt. Hetta sæst aftur har stór økið ið eru slitin og niðurtraðkað. Hagafuglurin er í stórari minking og fólk fara yvir til hvørt reiður at taka nærmynd. Fuglaljóð hoyrist næstan ikki longur.
Seyðurin støðast ikki longur úti á Trælanípuni. Eitt fylgi á eini 40 ær hava hildið til úti á Trælanípuni og vit sóu tíðliga í heyst hvussu nógv minni lombini vóru blivin. Mest órógvandi er, at tey størstu lombini eru komin har frá. Nú er teir køttar. Tí noyðast vit at minka um áseyðatalið.
Vit hava stongt portrið niðri við Leitisvatn, so nú er bert gangandi eftir Ovaru gøtu. Alt økið fram við Leitisvatn er illa slitið og niðurtraðkað, so at her má ein gøta gerast fram við vatninum.
Til hon verður liðug, skaleinansOvaragøta brúkast at ganga eftir.
Vit hava gjørt eina avtalu við Hiking.fo um innkrevjing fyri bólkaferðir ið eru við ferðaleiðara. Hetta er tó ikki galdandi fyri skúlaflokkar og einstaklingar o.l. Men hetta er mest ætla til teir nógvu útlendingarnar sum koma har í hópatali.
Sum nú er koma bussar við stórum bólkum har tey gjalda frá 600 til 800 kr og har ið onki fer til hagan. ??tlendskar fyritøkur selja eisini túrar út í hagan uttan at hagin fær nakað fyri hetta. Umframt føroyskar ferðaskrivstovur,
Vit hava haft eina peninga bússu við portri tað kemur bert um 20 krónur inn um dagin. So, at tað riggar ikki væl.
Peningur í inn kemur verður brúktur til at gera eina gøtu niðan á Trælanípu, og eina gøtu framvið vatninum og til viðlíkahald og ábøtur.
Nógvir mans hava arbeitt ólønt í longri tíð at umvæla Ovaru gøtu og vit hava fingið stuðul frá Vága kommunu ???Tyrludeildini hjá Atlantic - Eik banka og frá P/f Hiddenfjord, men enn er nógv eftir og ein partur má umvælast beinanvegin og ein gøta má gerast niðan á Trælanípuna sum skjótast, og eftir tað, at gera eina gøtu fram við Leitisvatni.
Hetta er sera kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi og ringt er at fáa fólk til ólønt arbeiði.
Tað er framhaldandi møguligt at ganga sum einstaklingur út í Nípu uttan gjald, men vit hava sett eitt skelti upp á enskum, har vit heita á ferðafólk um at tekna seg til bólka túrar.
Vónandi fara fólk at halda seg til gøturnar nú tá ein ferðaleiðari er úti á økinum.
Vit royna hesa skipan í fyrstu syftu, og síggja vit hvussu tað fer at ganga.
Hetta verður sett í verk mánadagin 11/6-2018 ??? Eftir hetta skulu allir bólkatúrar, sum eru við ferðaleiðara, frammanundan gjaldast á Hiking.fo - Gjaldi verður 400 kr. og við eini avsláttarskipan, har fleiri fólk eru, bíligari er. Túrurin tekur 3-4 tímar.
Vegna hagastýri.
Jóhannus Nattestad
Gunnar R. Nattestad
Sólberg Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald