Mentan

Frá Vestmanna kirkju

...

2018-05-12 17:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 13.05.18 kl. 16.00, verður hugnalig várkonsert í Vestmanna kirkju við kórinum Sólarmagn, og tað er eingin minni enn kendi kórleiðarin, ??lavur Hátún, ímyndin av føroyskum kórsangi, sum stjórnar kórinum. Sólarmagn syngur kendar og várligar sangir. Bjóða mammu á konsert í Vestmanna kirkju á mammudegnum, og tak so øll hini við eisini, so øll kunnu njóta sjáldsama vakra kórsangin við kórinum Sólarmagn.

Hjartaliga vælkomin!

Vestmanna kirkja

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder