2020-10-20 13:01
Tjóðpallur føroya bjóðar nú øllum sjónleika- og lesiáhugaðum at vera við til at lesa og viðgera leikrit saman við dramaturgum og palllistafólkum.
Hvussu lesa og tulka vit handrit? Hvussu flyta vit skrivaða orðið til livandi orð og myndir á pallinum? Hvussu skapa vit pallmyndir, ljós, ljóð og búnar út frá skrivaða tekstinum? Vilt tú læra meira um kreativu tilgongdina frá teksti til pall? Hesir og aðrir áhugaverdir spurningar verða vendir í lesiringinum.
Lesiringurin hittist eina ferð um mánaðin á Tjóðpallinum til prát, kjak og hugnaliga samveru. Umframt serkøna vegleiðing frá dramaturgum er ætlanin eisini, at palllistalig fakfólk vitja og greiða frá teirra arbeiði við leikritum frá teksti til pall, eitt nú leikstjórar, sjónleikarar, scenografar o.o.
Vertir eru Birna Heinesen og Babara Hentze í Stórustovu, dramaturgar knýttar at Tjóðpallinum.
Lesiringurin hittist fyrstu ferð mikukvøldið 21. oktober kl. 18. Tað er ókeypis at luttaka og tilmelding fer fram á[email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald