2021-08-09 12:26
Tíðindaskriv
Skótalið KFUM´s fylti 80 ár tann 9. feb. 2021 og í summar kundu vit enduliga taka okkara stásiliga depil í Havnardali í nýtslu.
Uttan stuðul og hjálpsemi frá tykkum, hevði verkætlanin ongantíð komið á mál.
Hesum vilja vit sum skótabólkur hátíðarhalda, við at skipa fyri almennari móttøku hósdagin 12 august 2021 frá kl. 19.00-21.00.
Møguligt verður at fáa pyslur og sunkist og eina rundsýning av deplinum.
Kl. 20.30 verður felags legubál í Tórgarði.
Verið hjartaliga vælkomin øll somul
Skótalið KFUM´s Tórshavn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald