Mentan

Frá SÍF: Góðu Sandavágsfólk

...

2021-07-14 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Haldi tykkum endiliga ikki aftur við at pynta tykkara grannaløg, hóast eingin Vestanstevna verður í ár.

Longu nú er ymiskt at síggja runt í bygdini, og halda vit at hetta er so sera hugnaligt og vakurt!
Sum stendur í skránni, eiga vit at savnast til skrúðgongu á Valloyruni fríggjadagin kl 19:50. Hetta ger at vit savnast í stórum fólkamongdum, so hetta fara vit ikki at gera.
MEN ístaðin fara vit at leggja upp til at fólk savnast í bilum inni á kaiini í Miðvági (við ruskplássið) og koyra rekkjukoyring inn til Sandavágs og gjøgnum Sandavágsbygd við einum lastbili á odda, sum hevur tónleikin for frá.
Prýði tykkara bilar, eins og tit prýða tykkara grannaløg, vit gleða okkum at síggja tykkum til litfagra rekkjukoyring fríggjadagin 16. Juli kl 19:30 og koyra kl 20:00.
Tilber at prýða ein bil, sum er høvuðsbilur fyri hvørt grannalag. Eitt nú vit at seta eina fína dukku í, sum hevur staði runt í teimum ymisku grannaløgunum áður. Tað er bert hugflogið sum setur mørk, og vit gleða okkum at síggja hvat tey litføgru grannaløgini finna uppá.
TÍ SAMAN ERU VIT V??KUR

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder