JN

Fotokapping á Býarbókasavninum

...

2014-03-06 01:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Kappast um at taka bestu bókasavnsmyndina!

Myndevnið er frítt. Einasta treyt er, at tað á ein ella annan hátt kann knýtast at Býarbókasavninum, og at Býarbókasavnið sleppur at brúka innkomnu myndirnar í greinum, lýsingum og øðrum tilfari til marknaðarføring av Býarbókasavninum.

Ein óheft dómsnevnd fer at velja tríggjar tær bestu myndirnar út.

Freistin at senda inn er sunnudagin 23. mars.

Hvør luttakari kann í mesta lagi senda tríggjar myndir.

1. vinningur: 2000 kr
2. vinningur: 500 kr
3. vinningur: 500 kr

Myndirnar skulu sendast til [email protected]

1. apríl verða vinnararnir kunngjørdir á almennari mótøku á 45 ára haldinum hjá Byarbókasavninum.
Framsýning av innkomnu myndunum verður á niðastu hædd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder