Í 2020 vórðu 28 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er sama lága støðið, sum hevur verið seinastu 5 árini, har miðaltalið er 24. Tá talið var størst seinnu helvt av 1980-unum, var tað um 80-85 fosturtøkur um árið og er sostatt umleið ein triðingur av tí, sum var fyri góðum tríati árum síðani.
Hóast tølini eru smá og tí kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað, er gongdin greið: tølini hava verið alsamt minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum.
- Í seinnu helvt av 1980-árunum var talið av fosturtøkum av tí mesta, um 80-85 árliga.
- Fyrru helvt av 1990-árunum minkaði tað niður móti 60.
- Seinnu helvt av 90-árunum niður um 50.
- Eftir aldarskiftið í nullunum niður móti 40.
- Í fyrru helvt av 10-árunum niður móti 30.
- Nú í seinnu helvt av 10-árunum niður um 30 og í miðal 24.
Nú er talið av kvinnum í burðarførum aldri nógv broytt hesi árini, eins og føðitalið. Men eisini tá vit rokna í mun til føðitalið, er gongdin tann sama, eins og myndin niðanfyri vísir.
Serlig minking í teim yngru og teim eldru aldursbólkunum
Samanbera vit aldursbýtið í fosturtøkutíttleikanum ??? roknaður eftir talinum av kvinnum í hvørjum aldursbólki ??? so er mynstrið broytt í mun til árini frammanundan, soleiðis at tað nú er nógv lægri í aldursbólkunum yngri enn 25 ár og eldri enn 29 ár.
Einans í Póllandi at fosturtøkutíttleikin er minni enn í Føroyum
Sambært upplýsingum frá WHO, heimsheilsustovninum hjá ST, kunnu vit samanbera fosturtøkur í Føroyum við 45 øðrum europeisk lond, roknað sum tal av fosturtøkum pr. 1.000 livandi fødd. Her er lægsti títtleikin at finna í Póllandi (har fosturtøka er bannaður undir øllum umstøðum) og síðani í Føroyum. Títtleikin er eini 8 ferðir hægri í hinum Norðurlondunum enn í Føroyum og um 10 ferðir hægri í Eystureuropa og Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald