Fyrr í summar, tá grivið var út í einum gomlum bilhúsi á Sondum í Sandavági, varnaðist eigarin, at har var okkurt frá gamlari tíð, tí vórðu boð send til Fornminnissavnið, um at koma vestur at hyggja, teir mettu beinanvegin, at økið skuldi kannast betri, teir hava nú í eina góða viku kannað í bilhúsinum á Sondum, har hava teir funnið nógv ymiskt áhugavert, men enn er ov tíðliga at siga meira um kanningina.
Í Sandavágs Søgu skrivar Ludvig Petersen, at tá ið Beinta og Per Arabo komu til Sandavágs, tá búleikaðust teir har áleið í einum lítlum húsum - tað ger kanningararbeiði bara meira áhugavert.
Ludvíg Petersen skrivar í SANDAVÁGS S??GU:
"Í 1718 fóru tey (Beinta og Per Arabo) so til Sandavágs at búgva við 5 børnum, og sum nevnt frammanundan, tykist tað, sum tey vórðu væl ímóttikin og her kom Beinta at búgva í 34 ár og harra Per í 38 ár. Tey komu at búgva í einum lítlum húsum mitt í trunkanum á Sondum, ímillum bóndahúsini og beint undir liðini á Harald Olesen, ið var beiggi Rasmus Olesen prest. í 1761 seldu dótturmennirnir grundina "nede på Bro", sum teir høvdu arvað eftir verforeldur síni til bóndan í Haraldstovuni."
Seinni vóru hús bygd á grundina hjá Per Arabo. Tey standa ikki longur.
Vit tóku nakrar myndir har fyri eini vikusíðan og nakrar aftur í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald