Komandi skúlaár ganga 135 børn í forskúla kring landið
Fyri bara 4 árum síðan var ein forskúli í Føroyum, tað var forskúlin í Sankta Frans skúla, sum hevur verið í nógv ár. Síðan kom forskúli í Leirvík, Skúlaspírin, og hann hevur slóðað fyri fleiri, tí í hølinum á honum eru tríggir forskúlar komnir við stuttum millumbili, fyrst í Skálafirði, har Keldan setti frískúla á stovn, síðan á Skála, sum setti á stovn forskúla fyri 2 árum síðan, og frá komandi skúlaári Skúlin á Argjahamri, ið fer at taka ímóti forskúlabørnum fyri fyrstu ferð. Fyribils vita vit, at frá skúlaárinum 2015-2016 verður enn ein forskúli settur á stovn, og tað verður í Runavíkar kommunuskúla.
Størsti forskúlin í landinum er eisini tann elsti; komandi skúlaár ganga 51 børn í forskúla í Sankta Frans skúla, 28 gentur og 23 dreingir. Næst størsti er Skúlaspírin í Eysturkommunu við 33 børnum, 12 gentum og 18 dreingjum. Síðan koma Skúlin á Argjahamri við 30 børnum, 12 gentum og 18 dreingjum, Skála skúli við 12 børnum, 6 gentum og 6 dreingjum, og at enda Frískúlin Keldan við 9 børnum, 2 gentum og 7 dreingjum. Tilsamans 135 børnum, sum er á leið 10. hvørt barn í árganginum.
Tað er ikki meiri enn eitt lítið ár síðan, at kunngerðin um forskúla kom í gildi; nýggju forskúlarnir hava tó virkað eftir henni frá byrjan. Forskúlakunngerðin er fyrsta formliga stigið at skipa samstarv millum lærarar og námsfrøðingar.
Kelda: Føroya Lærarafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald