Tá skrúðgongan við ítróttarfólki til setana á ólavsøku koma oman á vaglið, verður tað við einum nýggjum reiðfólkið á odda. Talan er um Barbaru Carlsen ið gjørdist føroyameistari í fjør. við ryssuni Svannu hjá Hans Paula Poulsen. Til skrúðgonguna hevur Barbara tó valt at fara við sínum egna hesti Forseta.
Barbara hevur riðið frá barnsbeini av, uppvaksin við Marknagilsvegin var ringt ikki at luttaka í rossalívinum, ið var og er har um leiðina. At foreldrini eru grannar hjá Heðin Samuelsen sum átti ross, gjørdi ikki støðuna verri. Hon reið kapp longu á heilt ungum árum, eisini tá á rossum hjá Hans Paula Polsen, tá á gomlu Svonnu, mammu Svonnu núverandi føroyameistaranum. Barbara sigur seg eisini hava fingið gott í beinini frá Poulsen familjuni á Gráasteini.
Barbara hevur búð uttanlanda nøkur ár, men eisini tá var hon virkin innan ríðing, m.a. western ríðing í USA.
Tá hon flutti heimaftur var heldur ikki leingi til hon fekk brell til rossalívið her aftur. Hon keypti sær hestin Forseta og boks til hestin i Havnardali hjá Føroya Ríðingarfelag. Hetta er ein avgerð hon ikki angrar, hon er eisini við í felagslívinum hjá felagnum og er m.a. virkin í nevndini.
Skrúðgongan er gamal ólavsøkusiður, reiðfólkini byrjaði skrúðgonguna longu í 1942. Í nógv ár var Sverri Trónd sjálv ímyndin av ólavsøkuna, tá hann reið á odda fyri skrúðgonguni. Tá hann gavst, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at flaggberi skuldi vera tann ið var føroyameistari í Tvíspor vaksin árið fyri. Um hesin ber seg undan, velur nevndin flaggberan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald