Tónleikahugni við føroyskum tónleiki úr m.a. 50'unum og 60'unum verður í gomlu dansistovuni, Frøishøllini, í Kvívík:
Leygarkvøldið, 10. mai kl. 19.00.
Royndir tónleikarar og sangarar fara at framføra løg hjá m.a. Teimum av Kamarinum, Simma og Connie, Hermanni Jacobsen, Tinganest og Kára P.
Theodor E. Dam Olsen fer at hugleiða um, hvønn týdning hesin tónleikur ??? sum kann kallast føroyskur fólkatónleikur - hevur havt og framvegis hevur fyri okkum í Føroyum.
Tey sum framføra verða: Petra Iversen, Anna Maria Olsen, Bjarki Meitil, Angelika Nielsen og Sámal Lindenskov. Eisini framføra Tummas Marni Joensen, Theodor E. Dam Olsen og Ari Johanneson úr Kvívík.
Eitt felagseyðkenni fyri tey, ið framføra er, at tey hava okkurt tilknýti til Kvívík.
Høvi verður at keypa okkurt leskandi.
Atgongumerki á 150 kr. fáast við dyrnar, og fer ágóðin av tiltakinum til stuðul av mentunarligum tiltøkum í Kvívík.
Til ber at bíleggja atgongumerki á tlf. 212523.
Føroyskur fólkatónleikur
Eyðkent fyri hendan tónleik er, at hann í nógv ár hevur verið partur av gerandis- og vertskapslívi føroyinga, og er sermerktur á tann hátt, at føroyingar hava gjørt bæði orð og løg. Talan er um tónleik, sum kann flokkast í lættara endanum, tá um lagasmíð og skaldskap ræður, men sum í sniði og ljóði er ektaður og ærligur.
Við hesum sangum hava Føroyar fingið ein sangskatt, sum kann kallast serføroyskur fólkatónleikur. Hesin tónleikurin er væl umtóktur millum fólk flest kring landið, tí onki fínt ella óskilligt er við honum. Enn livir hann væl, hóast tey fyrstu løgini vórðu gjørd fyri skjótt 60 árum síðan.
Theodor E. Dam Olsen fer m.a at umrøða:
1. Hvat eyðkennir løgini og tekstirnar
2. Hvussu verður okkara mentan endurspeglað í sangunum
3. Hvønn lut fær hesin tónleikurin í føroyska mentunararvinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald