Bæði fríggjadagin 3. september og leygardagin 4. september verður kórsangur at hoyra í Norðurlandahúsinum í sambandi við Norðurlendsku Tónlistadagarnar (Nordic Music Days).
"Kantina Magica" eftir Unn Paturson varð upprunaliga skrivað til almennu upplatingina av Glasir í 2018. Men fríggjadagin 3. september kl. 19.30 verður verkið aftur at hoyra, tá ið kórið TARIRA trínur á pallin. Kórið fer í høvuðsheitum at framføra nýggjari føroysk verk eftir Paula í Sandagerði, Unn Paturson, Kára Bæk, Anne Mette Greve Klemmensen og Tróndur Bogason, umframt eitt verk eftir finska tónaskaldið Jaakko Mäntyjärvi.
Leygardagin 4. september kl. 18.30 fara Kingo-sangararnir úr Tjørnuvík saman við einari finskari trio at frumframføra eitt nýtt verk eftir finska tónaskaldið Mari Sainio. Fortíð og nútíð hittast í verkinum "Together", har Kingo-sangur verður blandaður við akustisk og elektronisk ljóðføri.
Báðar konsertirnar eru partar av Norðurlendsku Tónlistadøgunum 1.-4. september. Atgongumerkir eru at fáa ánlh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald