JN

Føroyska Krígssavnið í egin hús

....

2014-04-28 19:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroya Krígssavn legði í morgun fram stóra útbyggingarætlan.

Í morgun varð stór útbyggingarætlan av Føroya Krígssavnið framløgd í SOR-bygninginum við flogvøllin í Vágum.

??tlanin fevnir um at byggja eina høll, har verandi SOR-bygningur skal standa inni í nýggju høllini. 

Í nýggju prýðuligu høllini verða nógvir møguleikar, men fyrst og fremst verður latið upp fyri einum nútímans savnið, har Krígssavnið ætlandi kemur at húsast.

Tað var formaðurin í Krígssavninum Karl Jóhan Nielsen, sum legði fyri á tíðindafundinum í morgun, hann greiddi frá nýggju spennandi ætlanini, eisini kom hann inn á søguligu gongdina hjá Krígssavninum. Dánjal Poulsen, nevndarlimur í Krígssavninum greiddi somuleiðis frá ætlanini og vísti á hvørjir møguleikar ætlanin hevði. Eftir teir báðar greiddi Høgni Kastalag frá Fuglark og West Tech frá sjálvari ætlanini, sum Fuglark og West Tech hava samarbeitt um.

Byggiætlanin er mett til at kosta uml. kr. 32 milliónir. Karl Jóhan Nielsen segði seg at hava vónir um, at fígging kundi fáast til stóru ætlanina, men legði samstundis áherðslu á, at byggingin ikki varð sett í gongd, uttan so at øll fíggingin kom uppá pláss.

Tíðindaskriv.

??semja um friðing

Beinanvegin felagið Krígssavnið varð stovnað á sumri 2008, var eitt av fremstu málunum hjá savninum at ogna sær gamla, grøna bygningin, hin sonevnda SOR-bygningin, oman fyri høvuðsvegin við omankoyringina til flogvøllin, og tornið, ið stendur við síðuna av.
Hetta ynski stendur eisini beinleiðis niðurfelt sum grein 2 í viðtøkunum hjá Krígssavninum.

At ogna sær SOR-bygningin hevur gingið væl, tí Innlendismálaráðið, sum umvegis eigaran Landsverk, varaði av bygninginum, hevur verið sera beinasamt. Fyrst var talan um, at Krígssavnið skuldi langtíðarleiga bygningin, men tað endaði tó við, at Sørvágs Kommuna beyð sær til at hjálpa Krígssavninum. Eftir góðkenning frá Føroya Løgtingi, ognaði Kommunan sær bygningin í einum býtishandli við Landsverk/Innlendismálaráðið. Síðani keypti Krígssavnið bygningin frá Sørvágs Kommunu fyri eina symbolska upphædd.

Men við hesum vóru ikki allar súðir syftar, tí meðan Landsverk og Innlendismálaráðið hava sýnt vælvilja og smidleika, so hava Søvn Landsins hinvegin frá fyrsta degi lagt forðingar í vegin.

Tvær vikur áðrenn Krígssavnið lat upp fyri almenninginum tann 2. mai 2009 fekk Søvn Landsins saman við øðrum innbjóðing at koma til møttøkuna. Um tað er av tilvild ella ikki, er ilt at siga, men á hesi móttøku boðaði Martin Næs, deildarstjóri frá, at Helena Dam á Neystabø, táverandi landsstýriskvinna í mentamálum, dagin fyri    t.e. 1. mai 2009  hevði friðað øll jarðføst krígsminni.

Hóast eingin kunngerð ella onnur løggilding nakrantíð er gjørd um hetta, og skeytið upp á ognina dagfest 11. november 2011 ongan klausul ella nakra binding hevur, stendur Søvn Landsins kortini fast upp á, at bygningurin er friðaður í klassa 1 ella á sama hátt, sum Kirkjubømúrurin og kann ikki rørast.

Men júst tí, at Krígssavnið eigur SOR-bygningin, og ongi almenn skjøl vátta nakra friðing, metir Krígssavnið ikki, at bygningurin er friðaður. Nevndin fyri Krígssavnið heldur seg tískil hava fullan rætt at disponera yvir ognini, og millum annað í verki fremja ta verkætlan, sum savns-prospektið hjá WestTech í Sørvági og FuglArk  í Klaksvík leggur upp til.

Krígssavnið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder