JN

Føroyska Bíbliufelagið sett skrivara

...

2013-09-29 17:18 Author image
placeholder

Ásbjørn Jacobsen, Leirvík, er settur í starv sum skrivari hjá Føroyska Bíbliufelagnum. Talan er um eitt parttíðarstarv.


Ásbjørn hevur drúgvar royndir innan kristiligt arbeiði. Hann hevur m.a. verið ráðgevi hjá KFUM-skótunum, aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini og aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.

Ásbjørn byrjar í nýggja starvinum 1. oktober 2013.

Føroyska Bíbliufelagið varð stovnað í Tórshavn 11. oktober 2012.

Føroyska Bíbliufelagið arbeiðir við at Bíblian eftir Dahl/Viderø altíð er á føroyska bókamarknaðinum.
Nú verður arbeitt við at gerast fastur limur í Altjóða Bíbliufelagnum, United Bible Societies. Á hvørjum ári gevur Bíbliufelagið út nýggja bíbliulesiætlan, sum verður sent kirkjum og samkomum og øðrum áhugaðum.

Endamálið hjá Føroyska Bíblufelagnum er:
1. at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
2. at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum løggildu,
3. at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
4. at hava innsavningar, forlagsvirksemi og bókasølu eftir ynski,
5. at umsita sambandið við útlendsk bíbliufeløg,
6. at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Les meira um Bíbliufelagið her: www.biblia.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder