2013-09-01 06:19
Tað er sjáldan, at Føroyar og føroysk viðurskifti sleppa á breddan í stórum altjóða bløðum. Og hetta kunnu tey, sum arbeiða við oljuleiting og føroyskari oljuvinnu nikka játtandi til.
Oljumiðlar løgdu pláss til, tá Føroyar lótu fyrstu leitiloyvini í 2000, og tá Marjunfundið varð gjørt árið eftir. Men síðani hevur mest sum valdað tøgn.
Til seinasta fríggjadag.
Undir yvirskriftini ???Faroes late to the table but interest is growing???, ???Føroyar seint til borðið men áhugin er vaksandi???, viðger hetta heimsins størsta oljublað, UPSTREAM, føroysku oljuleitingina á heilum tveimum síðum. Sigast má, at umframt at fáa so nógva umrøðu í hesum týðandi oljublað, kann sjálv ???timingin??? neyvan verða betri vald.
Júst henda eina útgávan er nevniliga tað blaðið, sum Upstream fyritøkan marknaðarførir seg við á altjóða oljumessuni í Aberdeen, ???Offshore Europe???, har fleiri enn 50.000 fólk vitja teir meira enn 3000 básarnar úr meira enn 100 londum. Fyri Føroyar og føroyska oljuleiting kann hetta metast sum einki minni enn ???bingo???.
Norski journalisturin hjá Upstream, Beate Schjølberg umrøður í tveimum greinum oljuleitingina fram til í dag og leggur serstakan dent á komandi boringar hjá Statoil og øðrum oljufeløgum. Hon hevur samrøðu við Rúna M. Hansen, stjóra í Statoil og við stjóran í FOÍB, Jan Müller, sum greiða frá gongdini, møguleikum og avbjóðingum, skrivar oljan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald