Nám (ritstjórn S. Sólsker) gevur í hesum døgum út bókina ???Føroysk mállæra 3. Ljóðlæra??? eftir Hjalmar P. Petersen, professara í málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Bókin er 96 blaðsíður, og er, sum heitið sigur, um ljóð í føroyskum. Fyrst verða tey mest grundleggjandi heitini kunnað, og síðani verður farið neyvari ígjøgnum sjálv- og hjáljóð. Eisini er eitt kapittul um herðing og eitt um máltóna.
Fyrr hevur Nám givið út bøkurnar ???Føroysk mállæra 1. Kyn,
orðmyndan og bending??? (243 bls.) og ???Føroysk mállæra 2. Grunddrøg í føroyskari
syntaks??? (470 bls.).
Høvundurin fekk M.A. Jacobsen virðisløn fyri yrkisbókmentir
2020 fyri bd. 1 og bd. 2 við teirri grundgeving, at tær ???... eru skrivaðar við
støði í nútímans almennum ástøði um mál og í føroyskari málgransking í hesi
øldini. Bøkurnar geva eina góða mynd av føroyskum máli í dag og eru týðandi
íkast í mállærubókmentirnar???.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald