2018-04-04 20:46

Hagtølini vísa, at tíggjundi hvør hoyrir so mikið illa, at tey hava brúk fyri hoyritóli. Hetta gongur ikki bara út yvir teirra egnu lívsgóðsku, men rakar eisini tey avvarðandi. Kortini eru tað framvegis ikki øll, ið hava varnast tað ella leita sær hjálp, men seinastu árini er stór broyting hend á hesum økinum.
Í hesum døgum eru tíggju ár liðin, síðan Jutta Helgadóttir læt Føroya fyrstu privatu hoyriklinikk upp. Hetta hava verið tíggju ár við stórari tøkniligari menning og broyttum hugburði til hoyrn og hoyritól. Í dag er nógv meiri vanligt at yngri fólk taka hoyriroyndir og leita sær hjálp. Hetta er ikki, tí tey hoyra verri í dag, men tí at hugburðurin er broyttur.
"Fólk eru nógv meiri tilvitað um, at hoyrnin hevur alstóran týdning fyri trivnað, heilsu og vælferð. Stigmatiseringin av fólki við hoyritóli er eisini munandi minni í dag, enn hon var fyri tíggju árum síðan,??? sigur Jutta Helgadóttir.
Ein grundin til hetta er ivaleyst, at Hoyrnin við boðskapinum ???Eitt hoyritól er ikki eitt stórt ting???, miðvíst hevur víst á, hvussu hoyritól kunnu gera gerandisdagin betri. Vit hava eitt nú sæð Eivør fortelja, hvussu hoyritól hava givið henni ein betri gerandisdag, og bólkar sum Danny & the Veetos og Hamferð siga fólki, at tey skulu brúka hoyrivernd, tá ið tey spæla ella lurta eftir hørðum tónleiki.
Tøkniliga menningin av hoyritólum ber eisini í sær, at í dag er nógv lættari og stuttligari at brúka hoyritól. Hoyritólini eru vorðin nærum ósjónlig og digitala tøknin hevur við sær, at ljóðgóðskan er framúrskarandi í øllum umhvørvi. Harumframt kunnu tey knýtast saman við fartelefon, sjónvarp og onnur tól.
Hoyrnin fokuserar bæði upp á fyribyrging og viðgerð og bjóðar tí eisini tónleikarum, handverkarum, pedagogum, sjófólki og øðrum, sum dagliga arbeiða í nógvum gangi, professionella hoyrivernd. Hetta er eisini eitt øki í stórari tøkniligari menning, og alsamt fleiri fólk velja at binda um heilan fingur og verja hoyrnina, áðrenn ov seint er.
Í Hoyrnini starvast fýra fólk, tvey skrivstovufólk og tveir útbúnir audiologistar, ið gera hoyriroyndir og vegleiða fólki um røttu loysnina til eina betri hoyrn. Hoyrnin hevur klinikk í Havn, men hevur regluliga viðtalu í Suðuroy, Sandoy, Runavík og Klaksvík. Haraftrat vitjar Hoyrnin øll ellis- og røktarheim eina til tvær ferðir árliga og undirvísir starvsfólkum, ið eru um fólk við hoyritarni.
Jutta Helgadóttir er útbúgvin audiologistur og hevur 15 ára starvsroyndir. Hon gjørdist ÁrsinsÍverksetarií 2010 fyri at bróta upp úr nýggjum við Hoyrnini.
Í sambandi við 10 ára dagin verður opið hús í Hoyrnini týsdagin 10. apríl kl. 14-16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald