Vinna

Føroyar og ES gjørt semju um fiskirættindi

...

2014-03-14 22:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyar og ES undirritaðu í gjár eina fiskivinnusemju á føroysku sendistovuni í London.

Semjan er galdandi fyri 2014 og hevur við sær, at Føroyar fáa atgongd at fiska 46.000 tons av føroysku makrelkvotuni í ES-sjógvi. Tað svarar til 30% av føroysku makrelkvotuni.
Eisini fáa Føroyar atgongd at fiska 25.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni í ES-sjógvi.
Somuleiðis fær ES atgongd at fiska 46.000 tons av sínari makrelkvotu og 25.000 tons av sínari svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi.
Harumframt er semja eisini gjørd um býtið av ymiskum fiskasløgum við ávísum broytingum í mun til fiskivinnuavtaluna frá 2010.

Í føroysku sendinevndini vóru Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, Jóannes V. Hansen, sendimaður í London, Ingibjørg Thomsen, Jógvan Jespersen, Hanus Hansen, og Anna E. Hofgaard.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder