JN

Føroyar fáa stórt landgrunsøki - enn eitt flott úrslit

...

2014-03-20 21:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Føroyar fáa stórt landgrunsøki


Landgrunsnevndin hjá Sameindu Tjóða gongur føroysku landgrunskrøvunum á møti. Seinasta fríggjadag staðfesti landgrunsnevndin hjá ST rættin hjá Føroyum til 87.792 ferkilometrar av ytra landgrunni norðan fyri Føroyar, t.e. uttan fyri 200 fjórðingar.

 

Avgerðin hjá landsgrunsnevndini gevur Føroyum rættindi til at útvinna náttúrutilfeingi bæði á havbotninum og í undirgrundini.


-Tað er eitt vala arbeiði, ið fyrst verkætlanarbólkurin, ið fyrireikaði kravið og síðani sendinevndin, sum hevur vart okkara krav í New York, hava gjørt. Talan er um eitt stórt økið, sum er meira enn 60 ferðir víddina hjá føroyska landøkinum. Nýggja landgrunsøkið letur vónandi upp fyri nýggjum vinnuligum møguleikum, sum okkara komandi ættarlið vónandi fara at kunna fáa ágóðan av, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.


Ísland og Noreg hava umskarandi landgrunskrøv á sama øki, sum Føroyar hava fingið tillutað. Í 2006 varð trýparta semja gjørd millum Føroyar, Ísland og Noreg um býtið í hesum umskarandi øki.

 

Sambært semjuni fáa Føroyar tillutaðar í minsta lagi 27.000 ferkilometrar av landgrunninum. Henda semja treytar kortini undirtøku frá landgrunsnevndini hjá ST til tey trý krøvini.


Við hesum seinasta tilmælinum hava í fyrstu atløgu Noreg í 2009, og nú Føroyar fingið staðfest síni rættindi.

 

Væntandi fær Ísland síni viðmæli seinni í ár. Við hesum verður grundarlag fyri, at trýpartasemjan kann staðfestast. Síðani kunnu londini formliga útinna síni løgdømi á hvør sínum landgrunsøki. Tá verður loksins komið á mál við hesum drúgva og týdningarmikla arbeiði. 
 

Fyrireikingarnar í sambandi við føroyska landgrunskravið fór av álvara í gongd í 2003, og í 2009 varð kravið latið til aðalskrivaran hjá ST. Á sumri í 2012 varð ein undirnevnd sett á stovn at viðgera krav Føroya.

 

Ein sendinevnd, við føroyskum formansskapi, hevur javnan verið í New York seinasta árið fyri at svara spurningum og hildið framløgur fyri landgrunsnevndini hjá ST.

 

Tíðindafundurin í  morgun kann síggjast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder