JN

F??ROYAR 2014 - Við Juvél 2 Sunnanfjørðs

...

2014-05-01 03:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrru helvt av mai mánaða verður ein trúboðaraferð gjørd sunnanfjørðs í Føroyum. Átakið hevur fingið navnið ???F??ROYAR 2014.???

Tað er trúboðaraskipið ???Juvél 2,??? sum kemur at vitja í Nólsoy, Hesti, í Sandoynni og í Suðuroy frá 01. mai til Dýra biðidag 16. mai.

SKIPIÐ - S??GA

Skipið varð keypt frá Donsku Sjóverjuni í 2008, sum hevði brúkt skipið sum vaktarskip í Grønlendskum sjóøki. Skipið er av sama slagi, sum tey smáu vaktarskipini, sum Danska sjóverjan hevði siglandi í Føroyum í mong ár. Eitt av hesum skipum kallaðist Mågen.

Skipið varð fingið til vega av føroyingum, sum seinastu nógvu árini hava havt áhuga í trúboðaravirki í Grønlandi, har ímillum Klaksvíkingurin ??li Steinberg, sum hevur virkað í Grønlandi síðani fyrst í sjeytiárunum. Skipið fekk navnið ???JUV??L 2.???

Juvél 2 hevur siglt fram við Grønlendsku Eystur- og Vesturstrondini í summartíðini á hvørjum ári síðani 2008, og kemur eisini at gera hetta í summar. Endamálið er at boða Grønlendingum evangeliið um Jesus ??? og tí er JUV??L 2 vorðin ein sannur JUV??LUR í eygunum á nógvum Grønlendingum, tá teir síggja hetta lítla grá/hvíta skipið stevna inn eftir einum av vøkru firðum teirra!

???F??ROYAR 2014???

Men næstu 16 dagarnar verða tað teir føroysku firðirnir sunnanfjørðs, sum Juvél 2 kemur at sigla ímillum. Skipari á ferðini er Sámal Jákup Hansen úr Klaksvík, ið er kendur sum skipari við Smyrli, so hetta skuldi verið kend sjóleið hjá honum. Fyrireikararnir hava fingið skipið til láns frá eigarunum, og kunnu nýta skipið sum trúboðaraskip áðrenn farið verður til Grønlands seinni í summar. Seinastu trý árini hava somu fyrireikarar lánt skipið til trúboðaraferðir í grannaoyggjunum, Hetland, Orknoyar og Hebridunum ??? nú eru tað Føroyar, ið eiga túr við átakinum ???F??ROYAR 2014.??? Endamáli við átakinum er at boða evangeliið í talu, sangi, skrift og persónligum samtalum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder