JN

F??ROYAR 2014 - góða byrjan í Nólsoy Juvél

...

2014-05-03 01:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hóskvøldið 01 mai kl.18.00, í fagrasta veðri á Vestaru bryggju í Havn, vóru millum 40 og 50 fólk komin saman at heilsa upp á manningina á Juvél 2. Hetta var í samband við, at átakið ???F??ROYAR 2014??? fór av bakkastokki hetta kvøldið.

FRÁFARINGARL??TA

Tað varð sungið, og Svenning av Lofti, sum er ein av stigtakarunum, segði nøkur orð, áðrenn lagt varð frá landi. Kl.18.30 vórðu endarnir loystir, og meðan skipið sigldi út frá bryggjuni við Vónavirki, hoyrdist sangurin ???Nógv fagrari fríðari,??? bæði frá skipinum og frá landi.

FYRSTI STEÐGUR

Fyrsti steðgur á hesi missiónsferðferð er úti í Nólsoy. Kl.18.50 sigldi Juvel 2 inn um grótkastið í Nólsoy, og lítla løtu seinni lá skipið bundið við havnalagið undir fyrrverandi flakavirkinum, har skipið kemur at liggja til leygardagin kl.11.00, tá farið verður út í Hest.

T??MT FLAKAVIRKIÐ

Trist at síggja ein lívleysan bygning, sum einaferð hýsti flakavirkinum í bygdini, og var eitt lovandi arbeiðspláss, har millum 60 og 80 fólk arbeiddu, tá tað var upp á tað mesta. Tað er einki at ivast í, at tá flakavirkini domineraðu bygda- og oyggjalandslagið í Føroyum, at tá var bygda- og oyggjarmenning ein veruleiki!

ALMENN M??TT??KA

Nakað av fólki var komið at taka ímóti skipinum, og hóast tað var kølið, so var tað ein hátíðarlig løta, tá Kristian Hansen, limur í bygdarnevndini, bjóðaði manning og skipið vælkomið. Í røðuni kom hann inn á skipasøguna í Nólsoy, sum ikki er heilt fyri ongum. Tað kom fram av røðuni hjá Kristiani, at ikki færri enn fýra skip eru bygd og farin av bakkastokki úti í Nólsoy.

Til seinast nevndi Kristian Hansen tekstbrotið í Lukas kapitul 5 og ørindini 1-11, sum er um fiskiveiðu Pæturs. Kristian segði, at hetta var eitt av hansara indistekstbrotum, og hevði mangan undrast yvir, at ein timburmaður skuldi geva nøkrum royndum fiskimonnum góð ráð um fiskiskap ??? men, sum Kristian segði: ???Teir gjørdu, sum timburmaðurin úr Nazaret ráddi teimum til, og tað eydnaðist væl!???

HUGNI UMBORÐ

Eftir røðuna hjá Kristiani Haansen varð fólkið boðið umborð, og út á kvøldið vóru tað fleiri, bæði børn, ung og tilkomin, sum komu umborð og nutu ein góðan drekkamunn, eitt gott prát og nakað av sangi.

Vakurt at liggja í Nólsoy í kvøld, blankastilli og vakurt sólsetur yvir Havnina og Nólsoyarfjørð. Nólsoyarfólk góðu okkum ein sera góðan byrjan, nú missiónsátakið ???F??ROYAR 2014??? fór av bakkastokki í kvøld ??? Harrin signi og lati andlit sítt lýsa yvir Nólsoyarbygd!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder