Tíðindaskriv:
Føroyaleikir 2021
»Føroyaleikir« er heitið á ítróttastevnu hjá ÍSF, ið skal verða ein afturvendandi summarkapping fyri allan føroyskan ítrótt, sum ÍSF fevnir um. Føroyaleikir, ið kunnu lýsast sum teir Føroysku Oyggjaleikirnir, skulu ætlandi haldast annaðhvørt ár - tað árið, táið vanligu, altjóða oyggjaleikirnir ikki eru.
Tá Oyggjaleikirnir á Guernsey í 2021 vórðu avlýstir vegna Covid19, gjørdi ÍSF av at skipa fyri aðrari líknandi stevnu í Føroyum. Og nú tað er kunngjørt, at vanligu Oyggjaleikirnir ikki verða aftur fyrr enn í 2023, er endaliga avgjørt at halda fyrstu Føroyaleikirnar í døgunum 8. til 11. juli 2021.
Miðað verður ímóti, at leikirnir skulu fevna um allar føroyskar ítróttagreinar, sum eru umboðaðar í ÍSF, og ætlanin er at skipa fyri kappingum í fýra ymsum kommunum kring landið. Kommunurnar, sum fara at hýsa hesum fyrstu Føroyaleikum, eru Vágur, Tórshavn, Runavíkog Klaksvík, sum eisini hava víst tiltakinum stóran áhuga og vælvild. Í samráð við ÍSF og ymsu sersambondini fara hesar kommunurnar at skipa fyri góðum kørmum um Føroyaleikirnar og fyri øll tey luttakandi í ymsu ítróttargreinunum.
Tað verða sambondini, sum sjálvi seta kappingartreytirnar fyri sína ítróttagrein. Til dømis kunnu tey sjálvi velja, hvørt tað verður ein kapping fyri bestu deildirnar einans - ella um tey eisini vilja hava børn, ung ella útlendingar við. Á enskum verða leikirnir nevndir »Faroe Games«.
ÍSF ásetir hvar í landinum hesar ymsu ítróttagreinarnar skulu kappast, men sambondini fara sjálvi at skipa kappingarnar í samstarvi við ÍSF.
Undirtøkan góð
Av tí, at hetta er fyrstu ferð, at Føroyaleikir verða hildnir, hevur ÍSF havt kunnandi samrøður við øll sambondini fyri at greiða frá ætlanunum og fyri at lodda dýpið. Greitt er, at áhugin fyri Føroyaleikum er sera stórur, og at serliga tey sambondini, ið ikki hava so nógvar aðrar altjóða avbjóðingar, síggja stórt í møguleikanum at kunna bjóða útlendingum hendavegin at kappast annaðhvørt summar.
Summi sambond hava longu verið úti um seg og bjóðað útlendskum íðkarum til Føroya í summar, og áhugin fyri Føroyaleikunum vísir seg vera sera stórur - eisini uttanlands.
Sjálvandi verður serliga koronastøðan havd í huga, og øll galdandi tilmæli skulu fylgjast.
??tlanin er at menna Føroyaleikir ár um ár, bæði við kørmum, møguleikum og útlendskum gestum, og ÍSF sær stórar vakstrarmøguleikar í tiltakinum, sum fyri nógvar ítróttargreinar er sera kærkomið, nú tey ikki hava kunnað luttikið í altjóða kappingum annað árið á rað.
Høvuðsstuðlarnir til Føroyaleikir eru SMS, Sport 24, Hiddenfjord og Betri Trygging.
Ítróttasamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald