Ítróttur

Føroya størsta renning

...

2014-08-14 01:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 23. august kl. 15.30 fer Føroya størsta renning, Kvinnurenningin, av bakkastokki. Hetta er sætta árið á rað, at Kvinna og Bragdið skipa fyri Kvinnurenningini. Kvinnurenningin hevur eisini sett norðurlendskt met við størstu luttøku í mun til fólkatalið. - Orsøkin, til at undirtøkan er so stór, er ivaleyst, at Kvinnurenningin er fyriallarkvinnur í øllum aldri. Á sjálvum degnum er eisini ein heilt serligur hýrur, tá túsundtals kvinnur eru savnaðar, og hugnin og felagsskapurin eru í hásæti, sigur Bjørg Mohr Johnson, samskipari av Kvinnurenningini.

??ll árini er Kvinnurenningin byrjað á Tórsbreyt. Eins og í fjør verður runnið Yviri við Strond, síðani ígjøgnum býin og endað verður við hugnaløtu á Vaglinum. Kvinnurnar kunnu velja at renna ella at ganga 2,5 km ella 5 km. Eisini er møguleiki at fáa sett chip í skógvarnar innan renningina og fáa tíðina skrásetta. Chippini verða deild út frá kl. 14.30 á Tórsbreyt.

Komnar fram kunnu kvinnurnar njóta vatn og frukt á Tinghúsvøllinum og fáa tikið eina ógloymandi mynd sum minni frá degnum. Seinasta ár nýttu fleiri kvinnur høvi at njóta ein góðan matpakka saman við vinkonum, bindiklubba ella familju í vakra og hugnaliga umhvørvinum, greiðir Bjørg frá.

Í sambandi við at Kvinna gerst 10 ár í ár, verður okkurt serligt gjørt burtur úr undirhaldinum. Jákup Veyhe kemur at seta láturmusklarnar í gongd, so her verður nakað bæði fyri kropp og sál, sigur Bjørg.

Seinasta freist at melda seg til Kvinnurenninga á kvinna.fo er mikudagin 20. august, so tað er at kvika sær, um tú hevur hug at renna við í Føroya størstu og einastu Kvinnurenning, sigur Bjørg at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder