Í mentanarvikuni í Runavíkar kommunu verður málfundur í Løkshøll mikukvøldið 28. apríl
Fuglar
láta, seyður jarmar og kýr belja. Flestu livandi verur hava tørv á at
samskifta. Tað hava vit menniskju eisini. Vanligt samskifti í gerandisdegnum
spreingir øll landamørk, har samskift verður á ymiskum tungumálum tvørgangandi,
men tjóðarmørkini stika av fyri einum einasta máli hjá øllum tjóðum ???
móðurmálinum. Harvið er tað í serstøðu.
Samskiftismiðil og ein partur av samleika okkara alt um eina leið. Ein væl
vovin ósjónligur strongur, sum gongur ígjøgnum heilar og hjørtu á øllum okkum,
sum eiga tjóðina ??? Føroyar.
Vit
eiga øll at skifta orð um støðu málsins frá tíð til aðra ??? tí vit eru málið og
øvut. Mentanarvikan leggur við hesum málfundinum sítt klípi til hendan varðan -
hesa áhaldandi røkt.
Mentanarvikan
2021 verður sermerkt á tann hátt, at sjóneykan verður sett m.a. á
skrivaða orðið. Føroyska málið í síni heild verður sett á breddan alla
mentanarvikuna.
Mikukvøldið
28. apríl verður skipað fyri orðaskifti um Føroya mál, har fólkið sleppur til
orðanna. Kvøldið er skipað við tveimum framløgum og bólkum, ið skifta orð um
viðkomandi evni. Solby A. Christiansdóttir er orðstýrari.
Skrá
-Tórbjørn
Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.
-Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, greiðir frá málpolitikkinum hjá KVF í mun til tær
skyldur og ábyrgdir, ið liggja á public service stovninum.
-Oðaskifti
millum luttakarar
-Stongum og
Guttesen framføra
-Jonhard Mikkelsen,
stjóri Sprotans, greiðir frá, hvussu málsligu amboðini eru ment seinastu 20
árini, og hvørjum arbeitt verður við nú.
-Orðaskifti millum luttakarar
??ll eru hjartaliga vælkomin. Nærri
kunning um Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu er at finna á visitrunavik.fo
ella á facebookvangan hjá mentanarvika í Runavíkar kommunu.
Visit Runavik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald