
Hósdagin 13. desember 2018 undirskrivaðu Føroya Handverkarafelag og LÍV eina dagførda avtalu fyri limirnar hjá Føroya Handverkarafelag. Avtalan er galdandi frá 1. januar 2019 at roknað.
Í hesum umfarinum er tað lívstryggingin, sum er hækkað upp í 600.000 kr., og útgjaldið til børn undir 18 ár, sum er hækkað úr 30.000 til 40.000 kr.
Nýggju upphæddirnar fyri samlagstryggingina eru hesar: Lívstrygging 600.000 kr. Lívstrygging -hjúnafelagi/sambúgvi 300.000 kr. ??tgjald til børn undir 18 ár 40.000 kr. Ávísar hættisligar sjúkur (limur) 125.000 kr. Ávísar hættisligar sjúkur (børn undir 18 ár) 125.000 kr.
Upphædd í einum við fylta 67 ár 100.000 kr.
Fyri lærlingar er samansetingin sum víst niðanfyri: Lívstrygging 600.000 kr. Ávísar hættisligar sjúkur (limur) 125.000 kr. Ávísar hættisligar sjúkur (børn undir 18 ár) 125.000 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald