Vinna

Formansvalið í fiskimannafelagnum

...

2018-12-09 13:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað snýr seg í fyrstu syftu sum skjótast,at dagføra grundleggjandi KOR,fiskimaðurin
IKKI hevur í einum annars so framkomnum samfelag sum okkara.
Hesar dagføringar eru millum annað.
Manglandi lágmarksløn *
Manglandi eftirløn
Manglandi arbeiðskaðatrygging
* (minstalønin er IKKI sáttmála ásett og er als ikki nøktandi)

Verandi sáttmáli er í veruleikanum ein skomm fyri fiskimannin,tí nýggja,Lógin
um sjófeingi,hevur ein nýggjan aktør Rættindahavari við í ásetingini.Hesin rættindahavari hevur fríðar teymar at gera sum honum lystir.
Fyritreytin í sáttmálanum - at reiðarin/skipið hevur fiskirættindi - er nú burtur.
Tí er neyðugt at endurskoða,helst broyta flestu ásetingar,eisini skal avgerast,hvørjir sáttmálapartarnir eru.


Fiskimenn skullu ikki sum nú,luttaka sum hjálparfelagsskapur fyri sperdar
rættindahavarar,ið nú senda egnar rokningar út á sjógv - í lumman hjá fiskimonnum .

Hesi viðurskifti krevja nýhugsan og treiskni.
Tí havi eg stilla upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag.

Vestmanna 8.desember2018
Axel Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder