
FSN.fo: Sambært viðtøkum felagsins skal formaðurin leggja fram frágreiðing um virksemi felagsins farna árið. Henda frágreiðing er løgd fyri nevndina innan aðalfundin.
2018 hevur verið merkt av nógvum sáttmálasamráðingum. Hetta hevur verið tíðarkrevjandi fyri nevnd og starvsfólk.
NevndinNevndin hevur havt fleiri nevndarfundir í 2018 og aðrir samráðingarfundir viðv. sáttmálunum millum FSN og FMR/SSL ??? MH og millum FSN og KAF. Fiskivinnunýskipanin hevur fylt rættuliga nógv eisini, har nógvir hoyringsfundir hava verið í Vinnunevndini. FSN hevur havt nógv hoyringsskriv um tað sama.
ÁrsbyrjanÁrið 2018 byrjaði við, hvussu kunngerðirnar viðv. fiskivinnuni skuldu skiljast, og hetta hevur havt sínar avbjóðingar. Onkur skip loystu áðrenn ársskiftið, fyri at verða á fiskileið 1. januar 2018.
FSN royndi at fáa sáttmála við landleið trolarnar. Nakrir reiðarir vildu hava viðurskiftini skipaði við FSN, og aðrir høvdu aðrar planir, men FSN arbeiðir við at fáa hesi viðurskifti uppá pláss. FSN hevur tosað við Landsstýrismannin um hetta mál eisini, tí trekt hevur verið at fingið gongd á samráðingarnar við hendan bólk um hetta mál.
Onkur uppisjóarskip vildu loysa, og fiska makrelkvotuna hjá bólki 2, har manningarnar í bólki 2 skuldu fáa tann ágóðan, ið teir undanfarna ár hava fingið burtur úr makrelinum, meðan manningarnar á uppisjóðarskipunum skuldu fáa niðursiglingarløn, men hetta segði og sigur FSN nei til. FSN setti seg í samband við FR, og bað teir um at vísa virðing fyri manningarfeløgunum, og tá slíkar avtalur skula gerast, so er tað yvir samráðingarborðið.
Feløgini komu til eina semju, hvussu hetta kundi loysast. Men tað er eingin loyna, at fleiri av uppisjóarskipunum vildu heldur fara sjálvi út at fáa kvotuna upp, enn at hava bólk 2 hangandi uppií, tað vildi bara seinkað fiskiskapinum.
Men støðan er tann, nú nýggj lóggáva valdar á fiskivinnuøkinum, so er tað rættindahavarin, ið valdar, og veiðuloyvini, ið vóru tengd at einum skipi, er farið í søguna, so nú avgerð rættindahavarin sjálvur, hvørji skip hann vil hava at fiska ymisku kvoturnar, og hetta er sera óheppið fyri teir bólkar, ið standa fyri hóttafalli, tí makrelurin var eitt sera gott íkast til árið. Men fleiri reiðarar/rættindahavarar ynsktu at býta uppá undafarna lykil 60/40.
Buldrut byrjan
Tað má sigast, at fyri nøkur skip var ársbyrjanin buldrut. Nýborg fekk ein stóran sjógv, ið breyt fleiri rútar á brúnni. Støðan var hættuslig eitt skiftið, og ein maður breyt armin í tveimum støðum. Nýborg megnaði at sigla inn við egnari kraft. Skaðin var umfatandi, varð mett at taka uml. 3 mánaðir at umvæla skipið.
Uppboðssøla
Tann 26. apríl 2018 var fyrsta almenna uppboðssølan av svartkjafti. 25.000 tons vóru seld fyri 0,39 kr/kg. Her kom eingin nýggjur aktørur inn í vinnuna. Og aftur tann 2. mai vóru 25.000 tons seld fyri 0,55 kr/kg. Her vóru 7 keyparar, og allir verandi aktørar í vinnuni. Eftirfylgjandi hava verið uppiboðssølur og lukkaðar uppboðssølur, men talan er ikki um at nýggjr aktørar, komu inn í vinnuna, sum ætlanin hjá landsstýrismanninum var. So her er einki at taka feil av, skipanin virkaði ikki sum ætlað var við at fáa nýggjar aktørar inn í vinnuna, men bert hetta eina, at skaffa landskassanun meiri pening uppá sjómannsins rokning. Tað er einki at taka feil av, at uppboðssølan er/var ein vannlukka fyri fiskivinnuna.
FSN hevur fleiri dømir uppá, har manningarnar hava mist uml. 25% í inntøku einkultar túrar, tí uppboðssølu avgjaldið er trekt av óbýttum. Og í fleiri førum síggja vit, at avreiðingarprísurin er nærum tann sami sum keypsprísurin á uppboðssøluni, so hetta var ikki nakað kvetti fyri skip ella manning, men tvørtur ímóti ein vannlukka.
Fiskivinnunýskipanin
Avleiðingarnar av fiskivinnunýskipanini komu til kennar í vár, tá uppisjóarskip byrjaðu at standa á sølulista, og skip vórðu innkallað frá fiskarí, tí møguligir keyparar vóru komnir til Føroyar at hyggja eftur skipum. Hetta hevur skapt ótryggleika hjá manningunum, um tær nú koma at standa uttan arbeiði. Í fyrstu atløgu er talan um trý skip.
Í juli varð Sjúrðaberg seldur til Russar. Sjúrðaberg varð bygdur í 1985.
Nýtt skip í flotan
Tann 11. desember 2018 kom stásuliga uppisjóarskipið ???Katrin Jóhanna??? hjá P/F Kinnfellið, á Miðvág. Væl av fólki vóru møtt. Skipið skal fiska menningarkvotur, ið er fyri 4 ár og avreiðast skal til Snarfrost í Miðvági.Fyri 2019 er hon ca 10000 ton av svartkjafti 1600 tons Makrel og 2500 tons Sild.
Menningarkvotur
Meiningin við menningarkvotum var at íverkseta eitt frambrot/nýhugsan innan framleiðslu. Men her var eingin avtala gjørd við nakað manningarfelag um avrokningar, og hvussu manning skuldi avroknast. Í onkrum føri bleiv kvotan avroknað við einum miðalprísi. Felagið ???Vørðustýggjur??? misti sína menningarkvotu, tí treytirnar vóru ikki uppfylgdar viðv. landingarstaði.
Tavan í Leirvik
Føroya Skipara- og Navigatørfelag fegnast um, at Tavan í Leirvik er farin undir víðari góðsking av sild. Tavan framleiðir kryddaðar sildabitar til svenska ídnaðin. Tavan sigur, at kundarnir eru sera væl nøgdir við góðskuna, og at sildaframleiðslan úr Føroyum nú verður roknað sum ein nýggjur aktørur á marknaðinum, og sum ein kappingarneyti til Noreg, sum í mong ár hevur verið dominerandi á marknaðinum. Tavan fekk eina royndarkvotu uppá 800 tons av sild, og hava teir gagnnýtt meginpartin av hesari. At Føroyar byrja at veiða sild um heystið, áðrenn Noreg, gevur føroyskum sildaútflytarum fyrimun á marknaðinum.
Eftirmetingarbólkurin
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum útnevndi umboð frá vinnuni, fakfeløgunum, Vørn og Havstovuni, um at koma við einum tilmæli um komandi fiskivinnuna. Her skuldu vit koma við uppskoti um skerjing av fiskidøgum, stongdar leiðir og rist. Men eingin loyna var, at tíðin var knøpp, og nevndin skuldi ikki fáa møguleika fyri at arbeiða virðilaga og viðgera hetta álvarsmál. So kom ein teldupostur um, at nevndin skuldi góðtaka ein niðurskurð uppá 10% av døgunum yvir ein kamb. FSN segð nei, og bað um at fáa eina fundarinnkalling við eini dagsskrá. Innkallingin kom, tá fleiri í bólkinum høvdu víst sína ónøgd um arbeiðsháttin hjá fiskimálaráðnum, hetta at skula viðgera slík mál gjørnum teldupost.
Allir bólkar vóru samdir um, at taka hetta upp aftur í komandi ári, og koyra við somu fiskidøgum, sum vóru í 2018.
FSN hevur biðið um, at vit brúka 2018 sum útrokningargrundarlag fyri fiskidagar, soleiðis at skilja, um kvotan pr/kg/fisk minkar, so minka fiskidagarnir % vís, og líkaleiðis, um kvotan økist, so økjast dagarnir % vís. Hetta komu vit tíverri ikki á mál við, men ymisku persónarnir vóru jaligir fyri hesum leisti.
TilfeingisavgjøldStriltið hevur gingist við at áseta veiðuavgjøldini fyri komandi ár, men nógv týður uppá, at somu veiðuavgjøld verða galdandi fyri komandi ár.
Tilfeingisrentan, ið ætlanin er at áleggja vinnuni, hevur sínar avbjóðingar. Talan er um heilt upp til 70% av sonevnda yvirnáttúruliga vinninginum, men her er eingin semja at hóma enn.
Vannlukkan í Fugloy
Syrgiliga vannlukkan, ið hendi í Fugloy tann 11. mars 2018, tá Ritan skuldi avskipa og taka fólk og farm umborð, at ein av okkara limum, av eini ókendari orsøk gliðin ímillum skip og lending. Tað var gjørt skjótt av fyri at fáa mannin upp úr sjónum aftur og veitt lívsreddandi fyrstuhjálp, meðan Ritan sigldi til Svínoyar, og boð vóru send eftir tyrlu. Tað gekk skjótt at manningin fekk mannin umborð á tyrluna, og leiðin gekk til Landssjúkrahúsið, har staðfest bleiv, at maðurin var deyður.
FSN setti seg í sambandi við SSL um veitan av kreppuhjálp fyri manningina og avvarandi.
Maritima Forum á VH
FSN og MF skipaðu fyri einum Maritimum Forum í mai mánaði úti á Vinnuháskúlanum. Væl av fólki møtti, uml. 100 fólk.
Endamálið við hesum kunnandi tiltaki var, at kunna okkara sjófólk um, hvat hendir á maritima økinum, eisini her hjá okkum. Tað vísir seg, at fólk hava ikki givið sær í nóg stóran mun far um, hvat skal til fyri at fáa ymisku vinnubrøvini; hetta er alt frá at útfylla eina siglingarbók, datoáseting er skeiv, sama dato brúkt fleiri ferðir, og hvørji siglingarøkir talan er um o.s.v. Hetta er alt sera viðkomandi, tá søkt verður um vinnubrøv. Eisini varð kunnað um nýggju heimasíðuna hjá FMA, har fólk kunnu fáa sær ein profil, og goyma øll síni skjøl, prógv, skeiðsprógv og siglingartíð inni á.
Hetta er ein skipan, ið eisini tosar saman við skipanini hjá Trygdargrunninum. Kunnað varð eisini um ILO 188.
FSN kunnaði um ???Skyldur og ágbyrd skiparans???.
MF hevði eina hugleiðing um ???Tað er aftur ein dagur í morgin???.
VH hevði um útbúgvingar, og LÍV hevði um pensjónir.
Fasti Gerðarætturin
Eftir at uppboðsølan av fiskikvotum var farin fram, og reiðaríini byrjaðu at trekkja av frá manningunum, reistust nógvir spurningar, hvørs tað var rætt ella ikki loyvdur frádráttur.
Ein gerðarættardómur varð sagdur í 2013 um tað sama, men út frá eini aðrari lóggávu enn hesi nýggju, ið vit virka undir í dag. Dómarin helt í 2013, at 20.000 tons var ein so lítil mongd, at mett varð, at tann mongdin hevði so lítla ávirkan á fiskivinnuna, og út frá tí fingu reiðarar viðhald í, at draga hetta keyp frá, og eisini út frá nøkrum orðingum í sáttmálanum §17. stk 3 millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag (FR).
Manningarfeløgini hava tosað saman og viðgjørt hendan spurningin um kvotakeyp sum loyvdan frádrátt, og eru manningarfeløgini í fyrstu syftu samd um, at royna hetta mál í FG. Hetta grundað á, at vit eru grundleggjandi ósamdir við FR, eisini grundað á táverandi gerðarættardóm, tí nú hava vit eina so kolveltandi broyting í fiskivinnuni. Vit hava eina nýggja fiskivinnunýskipan, og vit hava ikki royndaruppiboðsølur, men varandi uppboðssølur, ja, her eru nógvir grundleggjandi nýggir faktorar, ið eru broyttir.
Men ilt er at spáa um, nær hetta mál kann verða avgreitt. Helst tekur hetta tað mesta av tveimum árum.
Víðari, so hava manningarfeløgini tosa við ráðgevingina hjá feløgunum, har ráðgevingin mælir til, at best er nokk at partarnir seta seg niður at samráðast um hetta mál, tí um FG brúkar undanfarna dóm sum ???præcedens???, so hanga vit har, og eru dømdir at rinda. Í fleiri førum hevur tað lønt seg heldur at samráðast um trætumálið, enn at royna tað í dómstólunum.
BotnfiskaflotinLínuflotin hevur havt gott fiskarí. Væl av toski og hýsu hevur verið at fingið. Tað hevur eisini gingið sera væl hjá bólki 4. ???Landleiðtrolarar??? hava siglt fullir undir lúkurnar túr eftir túr, so her kunnu vit eisini fegnast í felag. Somuleiðis hevur tað gingið væl hjá Garnaskipunum sum eru á Svartkalva undir Føroyum, tað er eisini boða frá rættuligani góðum fiskaríð hjá heimaútróðrinum.
Hjá Upsa bátunum hevur ikki gingist so gott sum í fjør 2017 fiskaðu teir gott 26.000 tons og í 2018 ca 20.000 tons, talan er um eitt minni viðri uppá ca kr. 20 milliónur
OljanTað er eingin loyna, nú frálandavinnan byrjar at røra uppá seg, so merkist tað eisini á oljuprísunum, hetta merkist eisin hjá føroysku fiskisipunum, listaprísurin er øktu rættuligani nóg, og so mikið, at nú er oljan komin innaftur, og hetta sæst á avrokningunum. So stórar uppgávur liggja fyri framman, nú samráast skal um nýggjan sáttmála.
Fiskamarknaður Føroya
Avreiðingar og sølur gjøgnum FMF.
Tað vóru 5.690 avreiðingar og 450 sølur um FMF, íalt 17.845.038,80 kg á virði 317.504.289,70 milliónir, men tá eru ikki uppboðssølur av uppsjóvarkvotum við. Hetta eru munandi hægri tøl enn árið frammanundan. Men um vit taka pelagisku fiskasløgini við, so er talan um eina sølu uppá uml. hálva milliard, ið er farin um søluna hjá FMF.
Men her skal havast í huga, at fleiri skip hava landað og selt beinleiðis til egin virkir, og rættuliga ymiskt er, hvussu prísirnir eru. Kanningar hava víst ein mun á uml. kr.2,- pr/kg.
Frálandavinnan
Tað eru ikki stórvegis broytingar, tó broytingar tann postiva vegin í frálandavinnuni, tó er talan um einkultar góðar kjartrar (sáttmálar), men fyri styttri tíðarskeið. Nøkur av føroysku veitingarskipunum liggja á spottinum, men tað skulu munandi broytingar til, áðrenn nakar veruligur munur er at síggja tann rætta vegin. Tað frættist, at skipini hjá Esvakt hava fingið arbeiðið aftur og hava søkt eftir fólki í Føroyum.
Her heima eru so onkur skip løgd og manningarnar uppsagdar, men hetta er nokk meiri grundað á, at skip eru gomul, og nógv er at gera við tey.
Í øllum hesum, so er tað tó oljuprísurin, ið stýrir útboðið og eftirspurninginum. Vit hava sæð hetta síðsta árið, at oljuprísirnir eru svingandi, so hetta er eisini ein orsøk til óstabilitet í frálandavinnuni.
Sáttmálin millum FSN og FMR
FSN segði ymisku sáttmálarnar upp millum FSN og FMR. Tað eru SSL, Magnus Heinason og eisini tosa vit um at endurskoða Tænastumannaavtaluna vegna V&B ???navigatørar???.
Tað er eingin loyna, at trupult hevur verið at fáa eina byrjan á samráðingarnar, nokk grundað á samráðingarnar millum FMR og Sjúkrarøktarfelagið, sum so endaði við verkfalli. Síðan komu Pedagogfelagið, so her mátti bara vísast tol og bíða til okkara tørn kom. Avtalað var, at krøvini skuldu handast tann 20. juni, men forfall kom í, so handanin varð útsett.
Tann 5. juli 2018 bar til at handa krøvini, og vit hittust í FSN at gjørnumganga sáttmálaynskini. Avtalað var, at byrja samráðingarnar 13. august 2018 í FSN.
Tað vóru sjey samráðingarumfør, har eitt uppskot um semju kom á borðið, og hetta var eftir, at FSN hevði ???parkerað??? fleiri av punktunum á listanum. 23. okt 2018 endaðu samráðingarnar úrslitaleysar, og semja varð um at innkalla Semingsstovnin.
Eftir drúgvar samráðingar ímillum partarnar, varð semja ímillum FSN og FMR/SSL.
Talan er um ein 2 ára sáttmála, ið er galdandi frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2019.
Skiparar og stýrimenn, ið starvast hjá SSL, fáa eina lønarhækkan 1. árið á 0,5%, og eftirlønin hækkar frá 11% til 13%. 2. árð hækkar eftirlønin til 13,5%.
1. okt. 2018 verður nýggj lønartalva við ymiskum broytingum tikin í brúk. T.d. tekur tað nú 5 ár at koma á endaløn í mun til 10 ár áður. Ymiskar dagførðingar eru eisini gjørdar, so sum dokking, barsil v.m.
FSN setti hart uppá, at fáa kostpeningin upp hjá limunum. Kostpeningurin var kr. 107, pr/dag, og hini feløgini, ið hava sáttmála við FMR høvdu góðtikið kr. 110,- pr/dag. FSN megnaði at fáa hendan kostpening uppá kr. 170,- pr/dag, so her er talan um eina hækking, ið munar.
Viðv. Magnus Heinason, so er nýggja skipið í gerð, og har er avtalan, at nýggjar samráðingar skulu fara fram, áðrenn skipið kemur.
Annars, so varð ein 2 ára sáttmáli gjørdur fyri MH, har pensjónin hækkar 1. árið frá 9,6% til 12% og 2. árið frá 12% til 14% afturat lønini. Lønin hækkaði 1. árið við 0,38% og 2. árið við 0,9%.
Sáttmálin millum FSN og KAF
FSN hevði samráðingar við KAF viðv. Havnameistarum og Havnaumsjónarfólki. Hesar samráðingar gingu væl. FSN fekk nakrar nýggjar ásetingar í sáttmálan viðv. skeið/eftirútbúgving og fakfelagsarbeiði. FSN valdi í samráð við limirnar á sáttmálaøkinum,at hækka pensjónina fyrra árið við 2% frá 8,5% til 10,5% og seinna árið til 12,5%. Nakað kom uppá lønina eisini. Tosað varð um at gera ein 3 ára sáttmála, men har skuldu vit frásiga okkum allan rættin til at fara í verkfall, so 3. árið bleiv av ongum. Sáttmálin varð undirskrivaður 4. juli 2018.
Sáttmálin millum FSN og FR longdur/uppsagdur
Á nevndarfundi í FSN var samtykt, at leingja sáttmálan millum FSN og FR. Hetta grundað á ógreiðu viðurskiftini í fiskivinnunýskipanini. Nevnast kann, at eingin ítøkjulig ætlan var um menningarkvotur, uppboðssølur av fiskakvotum pr. kg./fisk og fiskidagar, og lukkaðar uppboðssølur. ??greitt var eisini um lógarkravd veiðiavgjøld, hvørjum skuldi landið taka av veiðiavgjaldi av og tilfeingisgjald skuldi eisini rindast, men nær og hvussu hetta skal gerast veit eingin. So samanumtikið, so var ikki grundarlag fyri at samráðast, men heldur útseta samráðingarnar í eitt ár, og vónandi vita allir partarnir meiri til ta tíð. Sáttmálin verður uppsagdur soleiðis, at hann er farin úr gildi í seinasta lagi 1. apríl 2019.
FSN hevur sagt sáttmálan upp tann 19.12.2018.
Sakarmál
FSN hevur ikki stórvegis sakarmál, men tó so, so ráðførur felagið seg við advokat felagsins, tá ymisku truplu spurningarnir verða settir. Annars, so er at siga, at í flestu førum, so megnar felagið at loysa trupulleikarnar við samráðingum.
Sp/f Brúgvin
Ymiskt viðlíkahald er av húsinum. Nevnast kann, at vit hava skift garaguhurðarnar og vindeyguni á garaguni. Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði er eisini gjørt.
Skrivstovan
Skrivstovan koyrir sína vannligu gongd.
Limastøðan hjá FSN
Limastøðan hjá FSN er rímuliga stabil, men limir skifta ímillum aktivan og hvílandi limaskap. Síðstu tølini vísa, at felagið hevur pr. 1. desember 2018 1032 limir íalt. Fiskivinnan 276, frálanda/farmavinnan 168, annað 83 og 505 hvílandi. Hetta er vanliga gongdin í felagnum, og er eisini nakað ávirkað av gongdini í samfelagnum.
Nordisk Navigatørkongress
Í januar var NNK í Svøríki. Í august var NNK í Finnlandi. FSN hevur biðið um at umrøða, hvussu mannagongdin er við Bachelor ETCS stigum í hinum norðanlondunum. Men her hava vit eina avbjóðing, ið vit mugu taka í fullum álvara.
Umboð vóru frá Finnlandi, Svøríki, Danmark, Noreg, Íslandi og Føroyum. Tosað varð um, hvat fakfeløgini hava uppi at venda, og hvørjar ætlanir feløgini hava.
Ísland og Føroyar hava stabilt tal av limun, meðan tað í hinum londunum er fallandi tal av limum, við samsvarandi fallandi tali av næmingum til skúlarnar.
Í Danmark eru nu 2 umsøkjarar til hvørt aspirant pláss.
Kanningar í hinum londunum hava víst, at ein yrkisleið á sjónum er 10,5 ár. Eftir hetta vilja sjófólkini sleppa á land at arbeiða, og so er spurningurin, hvørjir møguleikar eru?
Undir ymiskt kom hetta við ECTS stigum. Hetta var eitt ynski frá FSN, eg hevði gjørt eina lítla PowerPoint framløgu.
FSN greiddi frá, at arbeitt verður við at skipa útbúgvingina við einum akademiskum ískoyti, eftir lestur, tá skipsføraraútbúgvingin er liðug.
Danmark legði út við at siga, at hjá teimum er skipsføraraútbúgvingin staðsett til
120 stig, og at um ein tók ???proffesións bachelor??? so var ein avtala gjørd um, at næmingarnir kundu lesa víðari akademiskt.
Sum eitt dømi kann nevnast, at útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing í DK tekur 3,5 ár. Av hesum 3,5 árunum eru næmingarnir 1,5 ár í starvsvenjing. Tað gevur so 2 ár ella
24 mánaðir í skúla. ??tbúgvingin gevur fullan akademiskan bachelor.
Hinvegin kann skipsføraraútbúgvingin takast uppá 2,5 ár ella 30 mánaðir í skúla í DK, tá er starvsvenjing ikki við, og hetta er ikki ???proffitións bachelor???.
Hesin munur var fyri fleiri sera løgin.
Hini londini høvdu ikki givið hesum gætir, men Svøríki hevur eitt ???naval arkitekt studie???, ið næmingarnir kunnu taka eftir loknan skipsførara.
Tað var ikki líkt til, at hini feløgini høvdu hugsað um hetta. Frá FSN gjørdu vit vart við, at FSN sær hetta, við so lítlari ECTS staðseting, sum eina avgjørda forðan fyri framtíðar tilgongd til sjóvinnuútbútvingarnar, við tað at ungfólk eru munandi meira bevíst um sína framtíð. Tey vilja nevniliga hava møguleikar til at taka ískoytis- ella fleiri útbúgvingar.
Í øllum londum merkist hetta við, at tað er trupult at fáa dekkarar i heimlondunum.
Hetta bleiv eitt drúgt kjak, ið feløgini vildu taka heim við sær og kanna nærri.
Umboðið fyri Noreg tók at enda soleiðis til: ???Nei, det er ikke længere nogen prestige i at være sjøkaptain???.
g sum ásetir yvirskipaðar reglur fyri tryggan
At enda
Vegna nevnd og starvsfólk skal eg takka fyri árið 2018, og ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Vinarliga
Annfinnur Garðalíð, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald