JN

Fólkateljing: Flestu kvinnurnar áttu 3 børn

...

2014-04-11 23:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Flestu kvinnurnar í Føroyum, sum hava átt børn, høvdu 11.11.11 átt trý børn. Næstan 4.400 kvinnur áttu 3 børn og 4.000 áttu tvey. Áleið sama tal átti eitt barn og fýra børn.

Av øllum kvinnum yvir 15 ár vóru tað 77%, sum høvdu átt minst eitt barn.

Miðalaldurin hjá kvinnum, tá tær áttu fyrsta barnið var gott 23 ár. Og tølini vísa eisini, at størsta talið á kvinnum vóru tær, sum vóru 21-ár, tá tær áttu sítt fyrsta barn.

Verða tær kvinnur, sum hava átt børn skiftar í tveir bólkar ??? tær, sum vóru yvir 50 ár og tær, sum vóru undir 50 ár 11.11.11 sæst greiður munur, nær tær fingu sítt fyrsta barn.

Myrkagrøna strikan vísir, at tær, sum  vóru 50 ár 11.11.11 vóru yngru, tá tær fingu teirra sítt fyrsta barn, enn tær, sum vóru undir 50 ár. 40 % av teimum eldru kvinnunum fingu sítt fyrsta barn, tá tær vóru 19-22 ár. Millum tær yngru kvinnurnar var hesin parturin bara góð 30%.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder