JN

Fólkatalið øktist við 189 fólkum

...

2014-05-14 15:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 28. februar 2014 var fólkatalið 48.288. Í hesum tólvmánaðarskeiði frá 1. mars 2013 til 28. februar 2014 var burðaravlopið 276, meðan nettoflytingin var minus 87 fólk. Fólkatalið vaks sostatt við 189 fólkum.

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 189 fólkum. Í Suðuroy vaks fólkatalið við 20 fólkum, í Norðoyggjum við 19 fólkum og í Vágum við 11 fólkum. Í hinum trimum økjunum minkaði fólkatalið við samanlagt við 50 fólkum.

Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið er meira enn tvær ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum. Sí talvurnar niðanfyri.

Fólkavøkstur var í seks av oyggjunum: Fugloy, Borðoy, Streymoy, Vágum, Nólsoy, Skúvoy og Suðuroy. Størsta minkingin var í Viðoy.

Verður hugt at kommunum, sæst, at fólkatalið minkaði í trettan kommunum og vaks í fjúrtan og stóð í stað í trimum kommunum. Størsta minkingin, 29 fólk samanlagt, var í Runavíkar  kommunu.

Kommunurnar, ið hava størstan fólkavøkstur í tali, eru Tórshavnar, Klaksvíkar,Vestmanna og Vágs kommununur.

Av tí at uppgerðarhátturin nú er broyttir til nýggja skrásetingarskipan hjá Landsfólkayvirlitinum, kunnu tølini frá 1.1.2012 fram til nú víkja frá tølunum, sum áður eru kunngjørd frá hesum tíðarskeiði.

Fleiri íbúgvatøl eru at finna í Hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder