JN

Fólkatalið í Vestmanna vaks í 2013

...

2014-03-12 00:42 Author image
placeholder

 Vestmanna: Íbúgvaratalið í Vestmanna Kommunu vaks í 2013 við 38 fólkum; úr 1.164 upp í 1.202.

Í 2013 vórðu 17 børn fødd í Vestmanna Kommunu, meðan 5 fólk doyðu. Tvs. at burðaravlopið var +12.
47 fólk fluttu úr kommununi, meðan 73 fólk fluttu til. T.v.s. at nettotilflytingin er +26. Fólkatalið í Vestmanna Kommunu vaks sostatt við 38 íbúgvum í 2013, svarandi til +3,2%.

Tær fimm kommunurnar við størst fólkavøkstri í 2013 eru:

Fugloyar Kommuna:+12%, +5 fólk 
Vestmanna Kommuna: +3,2%, +38 fólk
Hvalbiar Kommuna:+1,5%, + 11 fólk
Eiðis Kommuna +1,2%, +8 fólk 
Tórshavnar Kommuna: +1,0% +190 fólk
Tvøroyar Kommuna:+0,9% +15 fólk

Samlaði fólkavøksturin í øllum landinum var 167 fólk, ið svarar til 0,3%.

Vestmanna Kommuna hevði næsthægsta fólkavøkstur í landinum bæði í tali og í procentum. 

Vestmanna Kommuna gleðist yvir, at fólkatalið í Kommununi nú aftur er omanfyri 1.200 fólk, og vil gera sítt til, at vøksturin heldur áfram komandi árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder