Mentan

Fólkakirkjan avlýsir gudstænasturnar

...

2020-03-12 14:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Coronasmittan ger um seg í øllum heiminum. Kirkjuligu myndugleikarnir hava fylgt gongdini frá degi til annan. Vit hava lurtað eftir tilmælunum frá landsins myndugleikum, og vit takka fyri gott arbeiði.

Vit hava sent skriv til sóknarprestarnar og kirkjuráðini um mannagongdir, ið kunnu verja yngri sum eldri móti smittuni. Trygdin hjá fólkinum eigur og skal vera í lagi, alt tað, ið liggur í okkara hondum.

Seinnapartin í gjár fingu prestarnir og kirkjuráðini enn eitt skriv við fleiri tilmælum. Longu í dag er støðan broytt, og partar av tilmælunum ov veik.

Boðað verður frá, at allar gudstænastur í teimum føroysku kirkjunum verða avlýstar í mars. Fyrst í viku 14 verður avgerðin endurskoðað.

Tórshavn 12. mars 2020

Uni Næs, dómpróstur

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder