2021-05-25 15:40
LS skrivar: Hesa vikuna verður varpað ljós á heilsugransking tengd at Landssjúkrahúsinum. Undanfarin ár hevur ein árligur granskingardagur verið hildin um várið ??? í fjør varð hesin tó av ongum orsakað av korona.
Av tí at koronustøðan enn er ógreið, hevur Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum valt at skipa fyri einum øðrvísi tiltaki at varpa ljós á heilsugransking á Landssjúkrahúsinum.
??ll, ið fáast við gransking á Landssjúkrahúsinum, eru biðin um at senda abstrakt inn ??? og eru í flestu førum komnir postarar burturúr. Hesir postarar vera sýndir fram í forhøllini á LS alla hesa vikuna (vika 21) Eisini eru gjørd stutt videobrot, har granskararnir hava høvi í stuttum at lýsa innihaldið í teirra gransking.
Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum frøist um, enn einaferð at hava fingið ein hóp av abstraktum inn ??? og at eisini ber til at sýna allar postarar í forhøllini, ið vísir hvat rørir seg innan heilsugransking á Landssjúkrahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald