Mentan

Føðingardagsynski: deyð smákykt og plast burturkast

...

2021-05-04 13:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Summi ynskja sær blómur, tá tey fylla. Onnur verða glað fyri hosur, sjokolátu ella ein túr í biografin. Ynskilistin er tó eitt sindur øðrvísi í Norðurlandahúsinum, sum fyllir 38 ár leygardagin tann 8. mai. Húsið ynskir sær nevniliga deyð smákykt og plast burturkast í føðingardagsgávu. Kanska ikki tað mest vanliga ynskið, men frágreiðingin kemur her.

Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum hetta árið verður við listabólkinum nabbteeri, sum varpar ljós á evni so sum burðardygd, lívfjølbrotni og margfeldi. Tey gera ofta list úr staðbundnum og burðardyggum tilfari, og í Føroyum er ætlanin at nýta smákykt og plast. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð eins og t.d. tær flugurnar, sum liggja í vindeygakarminum, og plastið skal vera reint og turt og vera funnið við sjóvarmálan.

???Tað er spennandi hjá okkum at vevja burðardygd upp í listina og at samstarva við listafólk, sum leggja dent á lívfjølbroytni og samspælið millum menniskja og náttúru. Tí gleða vit okkum at taka ímóti nógvum deyðum smákyktum og plast burturkasti, sum nabbteeri kann nýta í einum listaligum høpi, og sum øll fáa møguleika at uppliva í okkara summarframsýning???, sigur Gunn Hernes, stjóri.

Listafólkini í nabbteeri eru Janne Nabb og Maria Teeri. Listabólkurin er altjóðaliga viðurkendur og hevur m.a. sýnt fram á kendu altjóða liststevnuni í Venesia. Framsýningin Spectres letur upp 4. juni í Norðurlandahúsinum.

Sjálvdeyð smákykt og reint og turt plast burturkast úr sjóvarmálanum kann latast inn í móttøkuni í húsinum til og við 16. mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder