2021-05-20 13:10
Helgi Dam Ziska skrivar:
Finalurnar í FM í skúlatalvi vóru hildnar í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen í gjár. Fyrra finalan var fyri 3. og 4. flokk og seinna fyri 5. flokk og eldri. Seks lið høvdu vunnið sær pláss í hvørjari finalu gjøgnum undankappingar í Fuglafirði og á Giljanesi fyrr í mánaðinum. Í alt 66 lið tóku lut í teimum kappingunum.
Eins og undankappingarnar gjørdist finalan hjá yngru flokkunum sera tøtt. Trý lið skiftust um oddasessin gjøgnum kappingina, og undan seinasta umfari var bara eitt hálvt stig, sum skilti Lítlaskúla á 1. plássi og Kollafjørð og Toftir 1 á 2.-3. plássi. Paringin vildi tað soleiðis, at Lítliskúli og Toftir 1 skuldu hittast í seinasta umfari. Hesin dysturin endaði 3-3. Tað var ikki uttan dramatikk, tí síðsta talvið í dystinum varð avgjørt við, at toftatelvarin vann upp á tíð við bara tveimum sekundum eftir á klokkuni. Nú var háspenningur um, hvussu kollfirðingar høvdu staðið seg í sínum dysti. Har vísti tað seg, at Toftir 2 hevði gjørt fyrstaliðnum tann beina at vinna 3½-2½, soleiðis at Kollafjørður dragnaði eitt hálvt stig í oddastríðnum.
Endin var tí, at Lítliskúli gjørdist føroyameistari við 18 stigum, meðan Toftir 1 fekk 2. plássið við 17,5 stigum og Kollafjørður 3. plássið við 17 stigum. Sum skilst hava næmingarnir úr Lítlaskúla - sum vóru eitt hálvt stig frá fyrstaplássinum í undankappingini í Vágum - tikið uppgávuna í stórum álvara. Teir hava gjørt sær brúkarar á chess.com, loyst uppgávur í skúlanum og skipað fyri veningarlegu í vikuskiftinum. Sera hugvekjandi at hoyra!
Støðan gjørdist:
1 Lítliskúli (18 stig)
2 Toftir 1 (17,5 stig)
3 Kollafjørður (17 stig)
4 Spírin (16,5 stig)
5-6 Skála (10,5 stig)
5-6 Toftir 2 (10,5 stig)
Í finaluni hjá teimum eldru hildu dreingirnir úr Skúlanum á Giljanesi fram, har teir sleptu í undankappingini vesturi í Vágum. Teir telvaðu sannførandi og tryggjaðu sær FM-heitið við 23,5 stigum. Leingi sá út til, at Toftir 1 skuldi fara avstað við 2. plássi - men tá ið seks stig eru at spæla um, gongur skjótt hvønn vegin. Toftir 1 hevði truplan dyst ímóti Giljanesi í seinasta umfari, og við 6-0 sigri í sínum dysti fekk unga liðið úr Skúlanum við Løgmannabreyt otað seg eitt hálvt stig fram um kappingarneytan. Løgmannabreyt fekk sostatt 2. plássið við 18,5 stigum, meðan Toftir 1 endaði á 3. plássi við 18 stigum.
Støðan gjørdist:
1 Giljanes (23,5 stig)
2 Løgmannabreyt (18,5 stig)
3 Toftir 1 (18 stig)
4 Toftir 2 (15 stig)
5-6 Skála (7,5 stig)
5-6 Vestmanna (7,5 stig)
FM í skúlatalvi er av á hesum sinni - vit síggjast aftur komandi skúlaár. Hjartaliga tillukku, Lítliskúli og Skúlin á Giljanesi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald