U19 landsliðið í flogbólti hjá kvinnum fer í dag av landinum til Skotlands.
Hetta er fyrstu ferð, at Flogbóltsamband Føroya hevur teknað lið til EM-kappingina fyri U19 landslið. Kappingin verður í døgunum frá 1. - 3. apríl og føroyska liðið spælir sín fyrsta dyst fríggjadagin.
Liðið verður aftur í Føroyum mánadagoin 4. apríl.
Hini liðini í bólkinum eru:Skotland, Kýpros, Lukesmborg og Norðurírland.
Tær 12, sum eru úttiknar eru:
Katla Henriksen, SÍ
Maria Sarita Lorentzen, SÍ
Anna Sunadóttir Hansen, Dráttur
Petra Sunadóttir Hansen, Dráttur
Jórunn Elisdóttir Wang, Dráttur
Birgitta Eddiesdóttir, KÍF
Sára Maria Johansen, TB
Julia Naomi Mortensen, TB
Sofía Berg í Heiðunum, TB
Kristina ??sterø Knudsen, Fleyr
Anna Gøthe Magnusdóttir, Fleyr
Bjørk Nolsøe Isaksen, Fleyr
Venjari er Romica ??ster.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald