JN

Fleiri akfarsteljarar lagdir út

...

2014-04-28 19:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

LV.foFERÐSLA: Ferðsluteljingar fara fram alt árið, og Landsverk hevur 9 teljarar liggjandi á vegakervinum ymsastaðni í Føroyum.


Í morgin týsdagin fara fólk frá stovninum at leggja út 10 teljarar á vegateininum fram við Sundsverkinum á Kaldbaksfjarðarvegnum. Talan er um eitt eftirlitsátak, sum skal geva Landsverki neyðugar ábendingar og vissu fyri, at allir teljarar telja eins nógv akfør og harvið vísa somu úrslit av ferðslutíttleikanum.

Teir 10 teljararnir við Sundsverkið fara at liggja á vegbreytini í umleið eina viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder