Mentan

Flaggdagshald í Vestmanna

...

2018-04-25 10:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í skúlanum í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 14.00.

Magni Laksáfoss, tingmaður, heldur flaggdagsrøðuna, og Vestmanna Hornorkestur luttekur.

Beint aftan á sjálvt flaggdagshaldið verður eins og undanfarin ár skipað fyri renning. Sí renniteinarnar niðanfyri.
Vestmanna Kommuna bjóðar rennarunum vatn og frukt aftan á renningina.

10. flokkur tiltak í ítróttarhølliniTá ið flaggdagshaldið er liðugt, skipar 10. flokkur í Vestmanna skúla, fyri tiltøkum í ítróttarhøllini í Vestmanna til frama fyri námsferð.

Skipað verður fyri tombola og eydnuhjóli við nógvum góðum lutum, fyri bæði stór og smá.
Kaffi og køka verður til keyps.

Renniteinarnir: Tveir teinar eru at velja ímillum. Á longra teininum, sum er 5,8 km, verður runnið/gingið frá Miðhøllini, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, Bakkavegi, niðan ígjøgnum Gerðisbrekku, út á Stíggj og inn eftir Gerðisvegi og Toftavegi. Málið er við frammanfyri Miðhøllina.

Styttri teinurin, sum er uml. 3,2 km, er frá skúlanum, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, niðan ígjøgnum Heygabrekku, og niðan til málið.
Til ber at síggja teinarnar við at trýsta á myndina niðanfyri, so hon gerst størri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder