JN

Fjøran niðanfyri Brendugrund í Miðvági verður sett í uppruna stand

...

2014-05-27 15:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyri nógvum árum síðani, varð grót lagt í fjøruna Inni á Støð í Miðvági. ??tlanin var tá at gera veg gjøgnum fjøruna frá heimaru Bryggju og ??t á Støð. Henda ætlan var støðga, tí hon hevði oyðilagt bæði fjøruna og sandin. Síðan tá, hevur grótið ligið niðanfyri Brendugrund og misprýtt økið.

Vága kommuna hevur samtykt, at hetta grót skal ruddast burtur. Endamálið er at varðveita søguliga partin júst á hesum økinum. Áhugabólkur hevur í longri tíð arbeitt við, at fríðka og varðveita gomlu neystini og bátadráttir í Miðvági. Kommunustýrið metir tað at vera av sera stórum týdningi at vera viðspælari, tá sjólvboðin gera eitt stórt arbeiði at fríðka um í kommunu okkara.

Kelda: Vága kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder