JN

Fjølbroytt konsert í Nebo seinasta fríggjakvøld

...

2014-03-17 22:42 Author image
placeholder

Fjølbroytt konsert í Neboseinasta fríggjakvøld

- Gospel-Country fyri fullum húsi

Tað var við einum braki, tá dyrnar vóru latnar upp inn til salin í Nebo á Toftum, tí fólkið streymaði inn fyri at finna sær eitt gott pláss.

Nebo á Toftum var fullsett seinasta fríggjakvøldið, tá Country-Gospel konsertin fór av bakkastokki, sum Gjamma-Live skipaði fyri.

Tað gjørdist ein væl eydnað konsert, sum Símun J. Hansen legði upp til, tá hann bjóðaði øllum vælkomnum og introduseraði bólkarnar og sangararnar. Símun leiddi, við eini meistarligari hond, áhoyrararnar ígjøgnum eitt breitt og sera áhugavert úrvæl av tónleikainnsløgum, sum varð framført av fýra bólkum, sum í felag umboðaðu alt slag av kristiligum tónleiki - har var nakað fyri allar aldrar!

MIÐNÁTTARSANGB??LKURIN

Fyrst á pallinum var tann kendi og høgt elskaði Miðnáttasangbólkurin frá sjeytiárunum. ??ll tey, sum upprunaliga vóru við í bólkinum, myndaðu bólkin hetta kvøldið, og upprunaligi stigtakarin og leiðarin í bólkinum, Jóanes S. Hansen, sæt enn við klaverið, og hann var eins skjótur og kringur á klaviaturinum, sum fyri fjøruti árum síðani.

HEINE L??TZEN

Tað varð nakað rúmligari á pallinum, tá Heine steig fram, tí hann var einsamallur saman við einum spælara. Heine hevur eina Gudgivna rødd og útstráling, sum áhoyrarnir uppliva, tá fingrarnir nema við strongirnar, og røddin, orðini og andlitssprokið fer upp í eina eind, soleiðis at boðskapurin situr eftir í hjartanum, tá Heine er liðugur at syngja og takkar fyri seg, og fer sigrandi niður av pallinum ??? soleiðis var tað eisini fríggjakvøldið!

KRISTINA B??RENDSEN

???Vores alle sammen Kristina!??? Kristina hevur tað við sær, tá hon fer á pall, at hon hugtekur øll við sínum gleða og fríða stíli, har hon kann loyva sær, heilt spontant, at siga okkurt stuttligt út til fólkið, sum fær øll at kenna seg væl ??? og soleiðis var tað eisini fríggjakvøldið í Nebo.

Men Kristina var ikki einsamøll, tí undir liðini hevði hon hin navnframa Country-sangaran Hallur Joensen, sum hon hevur sungið við í nøkur ár, og eisini guitarspælaran Beddi. At tey trý eru eitt samansjóðað toymið, kom skjótt til sjóndar uppi á pallinum fríggjakvøldið. Tað var ein frægd at hoyra Hallur og Kristinu syngja saman, eins og tað var at hoyra tey syngja hvør sær, og ikki minst, tá Kristina varð klappað uppaftur og sang sangin ???God on the mountain.???

BLÁTT GRAS

Konsertin endaði við nýggja sangbólkinum úr Vágunum, Blátt Gras. Bólkurin er millum yngstu sangbólkar í landinum; stovnaður á vári 2012. Limirnir í bólkinum eru allir úr Vágunum: Terji Johannesen, Gunnar Steintún, Richard Johansen, Ragnar Joensen og Johan Mikkelsen. Orsøkin til, at teir kalla seg Blátt Gras0 er tí, at tað er nevniliga tónleika-sjangran, Blue Gras, sum er teirra eyðkendi sangstílur. Teir eru higartil einasti bólkur í Føroyum, sum spælir hetta slagi av tónleiki.

Teir eru originalir í orðsins sonnu merking, tí teir leggja seg eftir at framføra tónleik, sum er eginframleiðsla burturav. Teir trúgva, at teir hava ein góðan andaligan boðskap til áhoyrarnar, sum hava brúk fyri at hoyra um gerandislívið í einum livandi og stundum skemtiligum tónleikahøpi - tað ber til at fara inn á YOUTUBE at lurta!

3 TÍMAR

Fólkið sýntist at trívast væl, tí øll sótu til seinasta mann. Konsertin var næstan tríggjar tímar, men tíðin gekk so skjótt, tí bæði skrá og innihald var fjølbroytt og livandi, væl leitt av Símuni J. Hansen. Tá konsertin var liðug, vóru øll boðin til drekka í kjallaranum, har inntrykkini kundu skolast niður við einum góðum drekkamunni og einum góðium práti.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder