Ítróttur

Fjallasúkklarir kappast á Bornholm

...

2014-05-30 14:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í hesum døgum eru nakrir føroyingar á Bornholm og kappast í Fjallasúkkling. Tað er kappingin Bornholm Stage Race, ið eru 3 kappingar við samlaðum vinnara, umframt at ein vinnari er til hvørja kapping.

Í gjár, koyrdu teir í Almindinge, og gekk tað heilt OK. Eingin kom upp á nakran sigurspall, men eitt 4.pláss er eisini flott.

Helgi Winter Olsenn koyrir Í Elitubólkinum, og gjørdist hann nr. 9.

Bogi Kristiansen koyrir í H40, og koyrdi hann eitt 6. pláss heim.

4 koyra í C-klassanum, og fingu teir hesar plaseringarnar:

Jógvan Højgaard: 4.pláss

Hilmar Hansen: 6. pláss

Sigmund Olsson: 8. pláss

Rói Lamhauge: 12. pláss

Fjallasúkklufelagið MTB.fo ynskir teimum øllum góða eydnu við kappingini. Skrivar MTB.fo í tíðindaskrivi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder