Viðmerking frá Høgna Hoydal, Aksel V. Johannesen og Poul Michelsen.
Samgongan hevur sett eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna sum eitt av sínum fremstu málum. Vit eru sannførd um, at tað kann gerast grundarlagið undir einum nýggjum tíðarskeiði í føroyskum búskapi, vinnu og umsiting av okkara fiskiríkidømi.
Royndirnar av verandi skipan Tað verða nú 40 ár síðani, at fiskimarkið varð sett út á 200 fjórðingar, og 20 ár síðani galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap varð sett í verk. Og vit hava gjørt okkum týðandi og dýrtkeyptar royndir.
- Í botnfiskiskapinum á okkara egnu grunnum, hevur støðan verið út av lagi seinastu 12-14árini. Síðani ár 2000 er fiskiskapurin eftir til dømis toski, hýsu, kongafiski og flatfiskiminkaður til eitt søguliga lágt støði, og støðan hjá allarflestu botnfiskastovnum er hættislig.
- Árliga landingarvirðið av veiðini á okkara botnfiskastovnum er minkað við meira enn 500mió. kr. hesi árini.
- Fyri vinnuna og framleiðsluna kring landið og virðisøkingina av veidda fiskinum, hevurstøðan á sama hátt verið hættislig í mong ár.- Stórur partur av flotanum hevur leingi verið skuldarbundin, gamal og niðurslitin, tífíggjarligar umstøður hava ikki verið til endurnýggjan.
- Fiskirættindi, sum landið hevur latið ókeypis, hava verið keypt og seld á privatamarknaðinum. Peningur er harvið tikin úr vinnuni og í stóran mun farin av landinum.
- Skuldin er økt í flotanum uttan nakra endurnýgging. Og fíggjarligi váðin hjá bæði vinnu oglánveitarum hevur verið ovurstórur.
- Tey, ið vilja í vinnuna, mugu byrja við ovurstórari skuld, og tað er sera trupult hjá nýggjumaktørum at koma framat.
- Vinnurættindi eru savnað á alt færri hondum.
- Við privatari sølu av fiskirættindum er virðið av atgongdini at fiska kapitaliserað nógv árfram í tíðina, og landið hevur ikki fingið virðið av hesi felags ogn.
Aðalmálini fyri nýskipanina
Samgongan setti tí síni greiðu aðalmál fyri eina nýggja skipan:
- Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur.
- Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og kann ongantíð gerast privat ogn.
- Vit skulu tryggja burðardygga stovnsrøkt og størstu langtíðarveiðu av øllum okkarastovnum. Vit skulu gerast undangonguland, ið hevur fremstu vitan og gransking um allarfiskastovnar og vistskipanir í havinum.
- Fiskirættindi skulu ikki longur seljast privat. Ístaðin skal tað almenna bjóða rættindi út fyrihóskandi tíðarskeið í eini marknaðargrundaðari skipan.
- Rættindini at fiska skulu vera á føroyskum hondum, og sáttmálar við manningarfeløginiskulu haldast.
- Somu rættindi og treytir skulu vera at bjóða seg fram at reka vinnu og skapa fjølbroyttvirksemi, nýskapan og menning kring landið.- Veiddur fiskur skal verða atkomiligur hjá føroyskum virkjum at bjóða uppá.
- Endamálið er at meirvirka og virðisøkja alt fiskatilfeingið mest møguligt. Og vit vilja økjamunandi um gransking, royndir og vitan, ið kunnu tryggja hetta.
- Virðið av atgongdini at fiska
??? tann sonevnda tilfeingisrentan ??? eigur í størst møguliganmun at fella til landskassan.
Høvuðsendamálið er sjálvsagt, at fiskivinnan skal kasta mest møguligt av sær til alt samfelagið. Tilmanningar, reiðarí, virki og tænastuveitarar, og eisini til allar føroyingar.
Vit hava lagt dent á, at skiftisskipanir skulu gerast, soleiðis at allir partar kunnu laga seg tilbroytingarnar á ein skilagóðan hátt.
Nú tilmælið er handað um nýggja skipan fyri fiskivinnuna, liggur ein søguligur møguleiki og skyldahjá allari politisku skipanini ??? og hjá samfelagnum øllum. Tilmælini fevna um allar tættir í einarinýggjari fiskivinnuskipan, og vónandi fer nógv og neyvt orðaskifti og viðgerð at verða um ymsulutirnar.
Fyrst og fremst er tað okkara ábyrgd og vón, at allir partar fara til samráðingar við opnum sinni, ogleggja dent á at røkka teimum endamálum, ið verða avgerandi fyri Føroyar í mong ár framyvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald