2019-01-10 07:55

Tað eru fýra línuskip farin úr Føroyum leiðini yvir á Flemish Cap. Klakkur fór tann 2. januar og hini trý skipini Kambur, Eivind og Stapin fóru 3. januar.
Í fiskiloyvinum at fiskað eftir toski á Flemish Cap stendur, at skipini kunnu royna frá 10. januar til 31. desember. Felagskvotan i ár á Flemish Cap er 3.911 tons, frystilínuskipini eiga harav 2.635 tons, restin verður seld á uppboðssøluni.
??got er ikki farin avstað enn, teir eru til fiskiskap undir Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald