Mentan

Fiskimálaráðið: Grind eigur at verða hildin til

...

2020-07-07 12:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um almennu tilmælini um fjarstøðu, reinføri og um ikki at savnast í ov stórum tali verða hildin, so eigur einki at vera til hindurs fyri at halda grind til. Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Landsstýrismaðurin vísir á, at øll viðurskifti viðvíkjandi grindini eru ásett í grindareglugerðini og eru væl skipað av sýslumonnum og grindaformonnum. Hesir tryggja, hvør í sínum lagi, at galdandi tilmæli um frástøðu og hondreinføri verða fylgd, og at ansað verður eftir, at bert luttakarar sleppa fram at drápinum og upptøku, sleipi, merking, skifti, og tá skorið verður upp.

???Eg haldi, tað er eyðsæð, at rakstur og dráp kann fara fram innan galdandi karmar í samband við korona/COVID-19,??? sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Landsstýrismaðurin metir, at skiftið av grindini eigur at verða avgreitt soleiðis, at ikki ov nógv fólk koma saman, tá seðlarnir koma út, og at tey, sum skera upp, halda seg til sín hval.

Yvirskipaðu skilhaldsreglurnar eru ásettar í § 9 í grindalógini. ??ll, sum eru í grind á sjógvi ella landi, hava skyldu at lýða áheitanir, fyriskipanir, boð og forboð frá sýslumanni ella grindaformanni, sum fyriskipa grindadráp.

Løgtingslógin um grind er galdandi í øllum skeiðum sum hoyra einum grindadrápi til. Løgtingslógin ásetur heimildir, rættindi og skyldur teirra, sum við lóg og siðvenju hava myndugleika at fyriskipa grindadráp, umframt rættindi og skyldur teirra, sum eru í grind á sjógvi og landi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder