Leygardagin 8. Mai 2021 skipar Stuðulsfelagið hjá bátafelagnum Grynnuni í Hósvík fyri fiskikapping og fiskauppboðssølu í Hósvík. Leingi hevur ikki verið ráðiligt at skipa fyri tiltøkum, men nú leggja vit frá landi og bjóða øllum áhugaðum til Fiskikapping!
Møguleiki verður at fáa útflýggjað luttøkuskjøl og at leggja veiðuna upp bæði á Eiði og í Hósvík. Lagt verður frá landi kl. 7:30 leygarmorgunin 8. Mai, tá luttøkuskjøl verða útflýggjaði. Allir bátar skulu vera aftur í landi ??? antin á Eiði ella í Hósvík ??? í seinasta lagi kl. 17:00.
Tað er bert loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðireiðskap, og av trygdarávum skulu í minsta lagi tvey fólk vera við hvørjum báti.
Tann bátur, sum hevur størstu veiðu pr. Luttakara er vinnari. Manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa steyp til ognar og góðar vinningar, m.a. Viðskiftakort frá Magn og gávukort frá RIB62. Steyp verður eisini latið til tann, ið fær størsta fiskin eftir vekt. Allur fiskur skal vera blóðgaður og kruvdur.
Tá veiðan er gjørd upp verður skipað fyri fiskauppboðssølu við Felagshúsið Grynnan á Bryggjuni í Hósvík. Tá verður møguleiki hjá øllum áhugaðum at bjóða upp á veiðuna, sum luttakararnir velja at lata til uppboðssøluna. Bæði heilur og flaktur fiskur verður seldur á uppboðssølu.
Tá bátarnir koma aftur og meðan fiskauppboðssølan verður, skipar Stuðulsfelagið fyri at kaffi og okkurt gott til góman verður til keyps í Felagshúsinum Grynnan. Steyp og vinningar verða handaði best fiskandi manningunum við Felagshúsið kl. 18:00.
??ll áhugaði eru vælkomin at luttaka í Fiskikappingini og í Fiskauppboðssøluni á Bryggjuni í Hósvík.
Tey, ið ynskja at luttaka í Fiskikappingini, skulu boða fyriskiparunum frá í seinasta lagi fríggjadagin 7. Mai kl. 12:00. Send fráboðan um luttøku við telduposti til [email protected].
Meira kunning um tiltakið sæst eisini á Facebookbólkinum: Fiskikapping í Hósvík 8. Mai 2021
www.facebook.com/groups/794214278158268/
Mint verður á, at luttakarar eiga at hava neyðuga trygdarútgerð umborð, vísandi til Løgtingslóg nr. 25 frá 12. Apríl 2006 um Bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 bruttotons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald