JN

Fiskamarknaðurin sigur trimum fólkum úr starvi

...

2014-02-12 18:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Fiskamarknaðinum

Fiskamarknaðurin tillagar seg umstøðurnar og verða 3 fólk søgd úr starvi

Fiskiskapurin eftir hvítfiski er minkaður nógv seinastu árini og er nú tann lægsti í 20 ár. Harafturat er bygnaðurin í fiskivinnuni eisini broyttur og hetta hevur ávirkað mátan feskur fiskur verður keyptur og seldur uppá. Tað eru í dag færri virkir og færri fiskibátar í drift enn fyri nøkrum árum síðani. Tað vil siga, at bæði talið av fiskakeyparum og fiskaseljarum er minkað. Harafturat eru fiski- og framleiðslueindirnar blivnar størri, og fleiri av eindunum eru vertikalt integreraðar, sum merkir, at skip og virkir hanga saman. Alt hetta ger, at sølan um uppboðssøluna er minkað so nógv, at neyðugt er at gera stórar sparingar. Hetta hevur við sær, at 3 fólk í dag eru søgd úr starvi á Fiskamarknaðinum.

??tlanin er tó at uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum skal halda áfram.

Ringt er at spáa um framtíðina, og eingin veit hvussu verður við fiskiskapinum eftir hvítfiski við Føroyar. Fiskiskapurin hevur altíð verið svingandi, til tíðir góður og til tíðir hevur verið fiskaloysið. Tað er eingin ivi í, at fiskiskapurin fer at taka seg upp aftur, men spurningur er bert nær.

Viðvíkjandi framtíðini hjá uppboðssøluni er neyðugt at staðfesta, at um uppboðssøluni skal verða lív lagað, er neyðugt at fiskaseljarar standa saman og trygga framtíðina hjá Fiskamarknaðinum og tað gerst bert við, at vinnan brúkar uppboðssøluna. Vónað verður, at fleiri skip og bátar í framtíðini velja at selja sín fisk um uppboðssøluna, og á henda hátt tryggja rættan marknaðarprís fyri fiskin. Somuleiðis vil hetta eisini tryggja, at fiskurin verður bjóðaður út til allar fiskakeyparar í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder